Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg bleiv skrivað uppá ein “kanska-lista” kl. 14, og bílegði eisini pláss at fara inn aftur kl. 23. Eg fekk tó at vita, at tað var eingin trupulleiki at sleppa inn aftur, tí stórur partur av teimum, sum fóru út í Mykines á fólkatónleikastevnu, ætlaðu sær ongan veg inn aftur sama kvøld.

Komin út í Mykines vórðu vit møtt við dýrdarveðri og útikonsert, beint har trappurnar frá lendingini koma upp, við øllum møguligum spennandi tónum – har spældu spælimenn, vit hoyrdu hørpu, umframt føroyskan og og sibiriskan sang. Harumframt kirkjukonsert, kjallarakonsert og stovukonsert. Haldi at allir tónleikarar, føroyskir sum útlendskir, sum á nakran hátt kundu rættvísgera at luttaka, vóru í Mykinesi.

Ferðafólk frá seinna eykatúrinum vórðu møtt við tónum frá Heðini Ziska Davidsen, Torleiki Mortensen og Kristiani Blak.

 

Beint niðankomin av bátinum, niðan til tónleik og dýrdarveður.

 

Tvísaksofonbólkurin DuoH úr Danmark við Jeannette Bulland og Charlotte Andersson.

 

Áskoðarar eru bæði tónleikar, ikki-tónleikarar, føroyingar og ikki-føroyingar, gott lag á øllum.

 

Vera Kondrateva úr Sibiria sang og spældi harumframt ymisk ljóðføri, og fekk Kristian at spæla uppá eitt langt træhorn, sum eg ikki kenni navnið á. Saman við teimum Heðin Ziska Davidsen og Torleik Mortensen.

 

Danski spælimansbólkurin við Mette Katrine Jensen, Christian Bugge og Morten Alfred Høirup vóru tey seinastu sum spældu á útikonsertini. So gekk leiðin niðan í bygdina til meira “vanligar” framførslur innandura.

Sangur og náttúrudrama

Meðan Jensina Olsen sang á útikonsertini gjørdust riturnar í berginum kring lendingina knappliga sera mælskar. Onkur helt, at riturnar sungu við, men eg helt meg síggja skuggan av einum skúgvi í sambandi við at ritusjongurin knappliga harðnaði.

Og so var. Á veg niðan frá konsertini sást oman á skúgvin, sum var í holt við at eta okkurt, sum væl kundi verið ein rita. Hetta samsvarar eisini væl við kanningar sum vísa, at skúgvur leggur á ritu.

Náttúran syngur sín dramatiska song, sum harðnar í hvørjum, so hvørt sum mannaávirkanin ger tað torførari hjá dýrunum at yvirliva. Skúgvur er helst meira kendur fyri at taka føðina frá hinum fuglunum, men er eisini ránsfuglur, tá tað er torført at finna aðra tøka føði.

Jensina Olsen hevði á orði hvussu náttúran spældi við í konsertini. Ikki vardi hana, at tað var ein dramatiskur leikur um lív og deyða sum ljódliga fór fram saman við hennara sangi. Torleik Mortensen og Andreas Restorff spældu undir.

 

Skúgvur etur ritu hann hevur fangað. Ikki langt har frá stóð ein likka klár at eta leivdir, tá skúgvurin var liðugur við máltíðina.

Útoyggjakoppar

Øll skulu vit eta, og úti í Mykinesi eru fleiri matstøð, men tað kanska mest sjáldsama er at har er komin ein handil sum selur sera sjáldsamar lutir, bæði steintoy, smykkur, klæðir og nips. Tað er skyldmaðurin Johan Holm Simonsen sum rekur handilin, og sum altíð, tá Johan skipar fyri, so er estetikkurin í hásæti.

Har funnu vit krúss frá Føroya Steintoy, sum virkaði í Hvalba fyri meira enn 30 árum síðani. Og har funnu vit kaffikoppar, sum hoyra til Bjørn Wiinblad plattarnar, sum vórðu útvegaðir fyri nógvum árum síðani, og sum eru á morgunmatarborðinum flestu morgnar.

Ikki hevði eg væntað, at eg fór at koma heim av útoyggj við so forkunnugum lutum.

Tað kann tykjast løgið at selja slíkt sum Bjørn Wiinblad koppar í Mykinesi, men úrslitið er, at vit nú fara at hugsa um Mykines hvørja ferð, ella ofta, tá vit drekka morgunkaffi.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.