Ein heitur og turrur heimur væntandi – og tað skjótt
Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst ongin vón fyri at vit megna at minka so nógv um vakstrarhúsgassini, at tað munar.
Framtíðarútlitini eru ikki góð: roknast kann við at meginparturin av heiminum verður ov heitur og turrur hjá fólki at búleikast á. Nøkur støð kunnu tó roknast við framhaldandi fara vera hóskandi hjá fólki, harímillum Skandinavia, Bretsku oyggjarnar og so nógvar smáar oyggjar.
Alt hetta fer ikki at henda einaferð í framtíðini, men rættiliga skjótt. Tí er tað fávitska at tosa um at hava fingið tamarhald á CO2 útlátinum í 2050, soleiðis sum avrátt varð á veðurlagsráðstevnuni í Bali.
Um bókina hjá James Lovelock: The vanishing face of Gaia – a final warning. Allen Lane/Penguin Books 2009.
Hetta eru døpru forsøgnirnar hjá James Lovelock, ið nú fyrst í mars aftur gav eina bók út um ta livandi jørðina, ið hann nevnir Gaia. Áður hevur hann skrivað fleiri bøkur um Gaia, har hann hevur lýst hvussu øll skipanin á jørðini er ein heild, og at tað er lívið á jørðini sum ger jørðina øðrvísi enn t.d. nærmastu gongustjørnurnar Venus og Mars. Tað er lívið á jørðini sum heldur hitanum støðugan, og um lívið doyr, so fara at verða líka stór hitasveiggj á jørðini sum á grannagongustjørnunum.
Fyri nøkrum árum síðani kom bókin “Hevndin hjá Gaiu” (The revenge of Gaia), har James Lovelock er munandi bjartskygdari enn hann er í seinastu bókini, men har hann tó gjørdi vart við, at veðurlagsbroytingarnar eru svarið frá Gaiu uppá menniskjaskaptu broytingarnar, og at Gaia royndi at koma aftur á beint. Í hesi bókini skelkaði James Lovelock fólk við at vera fortalari fyri kjarnorkuverkum, tí tað í hansara eygum er einasti máti vit kunnu útvega nóg mikið av orku uttan CO2 útlát. Hetta metti hann vera sera umráðandi, fyri at jørðin skuldi koma fyri seg aftur.
Men nú ber av. Í nýggjastu bókini eru vánirnar ringar. Fekk fatur á bókini beint sum hon kom út, og helt James Lovelock vera vorðnan eitt gamalt svartskygt tvørball – líka til tíðindini komu frá fundinum sum verður hildin í Keypmannahavn í hesum døgum, har vísindafólk skulu leggja tey allar nýggjastu úrslitini fram fyri politikarunum – og tað vísir seg at tey siga júst tað sama sum James Lovelock. Rættiliga ræðandi, og lítið hugaligt.
Tiltøk
James Lovelock ivast í, um tað ikki er ov seint at gera nakað fyri at forða teimum ringastu avleiðingunum. Men tó mælir hann til at royna tað sum roynast kann, tí avleiðingarnar eru so ræðandi. Kjarnorkuverk er eitt av tilmælunum, men harumframt verður staðiliga frámælt at brúka orku uppá vindorku, tí vindmyllurnar brúka sera nógv pláss og geva ikki nóg álítandi orku. Hetta plássið, ið vindmyllurnar brúka, skal heldur brúkast til matvøruframleiðslu, tí í framtíðini verður helst neyðugt at økini eru sjálvforsýnandi – serliga tí tað verður bert búgvandi fáa staðni, og tað eru somu støðini sum plantur kunnu vaksa. Og skuldi ikki verið neyðugt við lendinum til matvøruframleiðslu, so er eisini neyðugt við frítíðarlendi, tí í framtíðini verður sera trongt á teimum fáu liviligu plássunum.
At minka um CO2 í atmosferuni verður nevnt at taða høvini, so planktongróðurin verður stórur, og deytt plankton so søkkur niður í djúpið. Fyri at minka um sólarhitan er ein møguleiki er at spræna svávul út í stratosferuna, hetta hevði havt við sær skýggj gerast sum taka nakað av sólarstrálunum og senda tær út aftur í rúmdina. Bæði hesi nevndu uppskot hava verið dúgliga viðgjørd í vísindaligum høpi, men framvegis er ikki semja um hvørt tað er ráðiligt at taka til slík stig, tí óvist er hvørjir avleiðingar eru av hesum – tað er so skjótt at okkurt ikki ber seg at heilt sum væntað, og hvat hendir so? Niðurstøðan hjá James Lovelock er tó, at støðan er so álvarsom, at nærum alt er vert at royna.
Veðurlagsflóttarfólk
Sum nevnt óttast James Lovelock fyri, at meginparturin av tí lendi, sum í dag er nýtiligt til bústað og/ella landbúnaða, í framtíðini verður annaðhvørt oyðimørk ella endar undir kavi, tí havyvirflatan fer at hækka munandi, einar 20-30 metrar, um meginparturin av ísinum á Grønlandi og munandi partur av ísinum á Antarktis tiðnar. Minkandi landøkið fer í fyrsta lagi at gera, at ættarbólkar fara at stríðast fyri at vinna rættindi á økjum, t.d. har vatn er tøkt. Slík stríð síggja vit longu nú fleiri staðni, m.a. í Afrika.
Samstundis koma alsamt fleiri flóttarfólk tvørtur um Miðalhavið til Europa, og væntandi er, at hesi fara at verða uppaftur fleiri. Men samstundis kann roknast við, at Suðureuropa verður ikki so fruktagott longur, tí har verður ov heitt og turt, og at fólk haðani eisini fara at leita sær longur norðureftir…
Verður pláss fyri okkum øllum í framtíðini? Svarið er helst nei, og spurningurin er so hvussu fram skal farast, og hvørji kriteriur skulu brúkast til at loyva fólki at koma norðureftir. James Lovelock sammetir hesa støðu við ein bjargingarbát, sum tekur fólkini av søkkandi skútu, men ikki hevur pláss fyri øllum. Gomlu reglurnar søgdu, at kvinnur og børn skuldu fyrst, meðan skiparin fór niður við skútuni. James Lovelock mælir ikki til at tað skal veljast tilvitað burturúr, hvør skal sleppa við í bjargingarbátin, men at lata natúrligu útveljingina ráða:
“… einaferð seinni í hesi øldini fara tey sum komu undan at røkka eini lítlari havn og stíga av teirra kamelum. Har fara tey kanska at síggja eitt lítið træskip liggjandi við bryggju, skavandi síðuna móti tí harða vegginum á havnini meðan tað dandar við aldunum. Eitt støðugt, svalligt lot boðar frá eini lovandi byrjan á tí næsta vandamikla partinum av ferðini norðureftir. Skiparin sigur onki meðan hesi fólkini stíga umborð á hansara far, men hann veit, at tær nærum ótolandi umstøðurnar í oyðimørkini yvirlivdu bert tey sterku í sinni og skinni, bert tey sterku megnaðu ferðina.”
Framtíðin hjá Gaiu
Hitalagið á jørðini er í javnvág, soleiðis at skilja, at um tað verður eitt sindur ov heitt ella kalt, so henda nakrar tilgongdir, so at hitalagið kemur aftur á beint. Til dømis, gerst tað ov heitt, so verður gróðurin meira, og hann bindir kolevni, so tað verður minni CO2 í atmosferuni, og harvið minni vakstrarhúsárin. Hetta er tann natúrliga skipanin, og tað er tað bundna kolevnið, ið vit hava nýtt sum brennievni, ið nú gevur trupulleikar, tí vit brúka tað nógv skjótari enn Gaia er før fyri at taka ímóti tí aftur.
Hetta hevur so við sær, at javnvágin verður forskotin, og vit kunnu rokna við at tað gerst munandi heitari, ið hvussu er 4°C. Tað er tó ikki fyrstu ferð at slíkt hendir, og heldur ikki fyrstu ferð, at tað er ein ávís vera, sum er orsøk til umfatandi veðurlagsbroytingar. Tann kanska álvarsligastu hendingin í so máta var, tá grønalgurnar komu fram og fóru at brúka sólarorku. Jørðin áðrenn grønalgur/plantur var heit, og atmosferan hevði nógv metan og CO2. Hetta umgjørdu planturnar til oxygen, ið sum kunnugt er ein fortreyt fyri at kunna kynda eld – og tað dugdu menniskjuni at brúka.
“Áðrenn vit fóru at brúka tøkni, vóru vit føði hjá óteljandi verum, bæði stórum og smáum, sum hildu okkara tali niðri. Sostatt var Gaia í javnvág, tí ongin vera slapp at margfaldast uttan fyrilit. Men tá okkara forfedrar byrjaðu at brúka eld at matgera á, fekk ein hópur av smáverum, frá virusum til maðkar, ikki longur teirra náttúrligu føði. Skjótt varnaðust vit, at um eldurin slapp at brenna alla náttina, so helt hann burtur ljónum og tikarum, og at enda fóru vit at brenna niður skógir fyri at gera tað lættari at veiða og at slóða fyri landbúnaði og velting. Hesar hendingar fyri fleiri hundraðtúsund árum síðani eyðmerkja tíðarskeiðið, tá vit brutu reglurnar hjá Gaiu og onki tamarhald longur var á fólkatalinum. Síðani tá hava vit hildið fram at bróta reglurnar.”
Ikki øll eru samd í, at veðurlagið er við at broytast. M.a. hevur verið víst á, at tað er ikki vorðið heitari seinastu árini. Í bókini hjá James Lovelock verður ferð eftir ferð víst á, at ísurin á Norðpólinum er við at bráðna, og hann sammetir henda ís við ísterningin í einum glasi. So leingi nakar ísur er eftir, er drykkurin í glasinum kaldur, men tá allur ísurin er bráðnaður, so hitnar drykkurin skjótt. Ísurin á pólunum bráðnar skjótari enn væntað, umframt at vatnstøðan í havinum veksur skjótari enn roknað hevur verið við.
Spurningurin er, um tað ikki longu er ov seint at venda gongdini, uttan mun til hvussu nógv vit minka um útlátið. Tað merkir tó ikki endan á Gaiu, men tað kann væl merkja endan á mannaættini. Síðan lívið upprann, eru hópin av nýggjum sløgum komin til, og hópin av sløgum eru útdeyð – fer mannaættin at verða eitt av teimum útdeyðu sløgunum, ella fara vit at verða upphavið til eitt nýtt slag, sum umframt at duga tað sum vit duga, eisini dugir at liva sambært treytunum hjá Gaiu? Tað er vónin hjá James Lovelock, og tí vil hann, at dentur verður lagdur á at nøkur okkara yvirliva, so vit kunnu seta eitt nýtt og betri slag við.
Jørðin kann við verðandi hitalagi (í stutta tíð) hava 7 milliardir fólk búgvandi – tað er prógvað við verandi fólkatali – men hvussu nógv kunnu liva á eini 4°C heitari jørð? James Lovelock er ikki bjartskygdur í so máta, og roknar við at 100 milliónir er markið, um vit ikki finna hóskandi tøkni at lívbjarga fleiri við.
… og Føroyar?
James Lovelock nevnir, at um 20 til 30 ár fara tey størsti økini sum eru hóskandi búøki at verða í norður- og suðurtempereraðu økjunum umframt tey arktisku økini, hetta eru lond so sum Patagonia og suður Kili, Kanada, Siberia, Alaska, Norðureuropa, haruppií Skandinavia. Harumframt eru oyggjar so sum Bretsku oyggjarnar, Ný Sæland, Tasmania og nógvar smærri oyggjar spjaddar ymsastaðni.
Henda forsøgnin ljóðar ikki heilt galin fyri Føroyar, tó nógv bygd øki kunnu fara at standa undir í sjógvi, um havið hækkar so nógv sum sagt verður. Ein annar trupulleiki hjá føroyingum verður tó sambært forsøgnunum hjá James Lovelock, at neyðugt verður at vera sjálvforsýnandi við mati, tí økini til matframleiðslu verða so avmarkað, at ongin fer at selja burturav sínum egna avmarkaða tilfeingi.
Sum heild ein sera døpur framtíðarforsøgn, og vit mugu vóna at hon ikki gongur út. Livst so spyrst!