Bachelorlærarar við lívfrøði

Hjørdis Hávarsá fer í húgvuna í stovu 61 hin 14. juni 2012

So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti.

Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur enn at halda seg til tað yrkisliga. So er ikki, tí tey við professiónsútbúgvingum tykjast hava munandi truplari at sleppa til víðari útbúgvingar, haruppií førleikagevandi eftirútbúgvingar, júst tí tey vanta teir akademisku førleikarnar.

Eg havi havt ta gleði at undirvísa komandi lærarunum í lívfrøði hetta síðsta árið, og hevur tað verið sera stuttligt. Serliga hevur mær dámað væl at tey hava linjufakið burturav, t.v.s. at tey í eitt heilt ár (tá endauppgávan verður tald við) hava savnað seg um eittans fak. Sostatt verður hvørt linjufakið ein fjórðingur av samlaðu útbúgvingini uppá 4 ár.

Vænti at føroyski fólkaskúlin fer at fáa stóra gleði av nýggju lærarunum, sum brenna fyri at sleppa at vísa næmingunum náttúruna, bæði inni og úti, bæði stórt og smátt. Havi samstundis eina áheitan á øll, bæði skúla og heim, um at taka væl ímóti teimum og stuðla teimum, so tey ikki brenna út ov skjótt.

Seks lærarar (av 30) hava lívfrøði sum linjugrein, og var endaspurturin at tey skuldu leggja fram teirra yrkisrættaðu endauppgávu. Tey flestu høvdu skrivað um heilsu, rørslu og skúlanæmingar, men onkur hevði eisini verið í holt við hvussu arbeiðast kann fyri at broyta hugburðin hjá næmingunum til náttúruna.

Fróðskaparsetur Føroya hevur ikki nakran búna sum tey sum júst hava lokið prógv fara í, men onkur hevði so roynt at gjørt eina húgvu. Hetta var nakað sum tey lesandi funnu uppá sjálvi – og á myndunum her á síðuni síggja vit Hjørdis Hávarsá tá hon júst liðug við góðum úrsliti fór í húgvuna.

Eitt seinkað tillukku til allar “mínar” lívfrøði-lærarar – tað hevur verið sera stuttligt og mennandi at arbeitt saman við tykkum.

 

Sí annars myndir av lærarunum á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.