Litføgur jólatrø í Brussel
Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ.
Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at tey belgisku koma við jólatræsfóti. Sera praktiskt, serliga tá hugsað verður um jakstranina eftir jólatræsfótinum jólaaftan, sum antin er útlæntur ella goymdur okkurt løgið stað á ovasta lofti.
Sumt er tó heilt øðrvísi enn í Føroyum. Til dømis ber til í Brussel at keypa jólatrø eisini jóladag. Tykist tó ikki sum tey vænta ta stóru søluna henda dag, tí á myndini er handilsmaðurin í ferð við at klippa greinarnar av jólatrøunum. Tær verða buntaðar og helst brúktar til okkurt prýði, og so verða teir naknu bularnir tveittir útum. Eru helst fínt brenni – og tað skuldi verið kærkomið at brent í teimum nógvu opnu kaminunum sum eru at síggja.
Tó tykist eisini marknaður at vera fyri øðrvísi jólatrøum, og til ber eisini at keypa litføgur jólatrø – so hevur tú ikki pláss fyri einum stórum jólatræi, so er loysnin kanska eitt knallreytt jólatræ?
Á føroysku sendistovuni hava tey eisini roynt seg við øðrvísi jólatræi í góðum samljóði við jólatræið sum stendur í miðbýnum. Føroyska jólatræið í Brussel er myndað av ljósdropum.
Mikið orðaskifti hevur verið um jólatræið í miðbýnum, og verður orrustan kallað alt frá ósemju til jólakríggið mikla. Undirskriftsinnsavning hevur verið at mótmæla hesum abstrakta modernaða elektroniska jólatræi, og hesi folk halda, at í ár er fyri fyrstu ferð einki jólatræ á søguliga plássinum Grand Place.
Ístaðin fyri eitt vanligt jólatræ hava fólk fingið eitt stativ sum til ber at fara uppí og síggja yvir hetta søguliga torgið. Hetta ber til meðan tað er ljóst. Tá tað er myrkt verður hetta jólatræið broytt til eitt ljós- og ljóð show, sum koyrir hálvan hvønn tíma.
Summum dáma væl at okkurt nýtt verður roynt, meðan onnur heldur vilja hava tað siðbundna. Tað stendur tó ikki heilt illa til við tí siðbundna, tí beint framman fyri jólatræið stendur eitt stórt jólafjós við krubbu. Tey sum ilskast inn á jólatræið kunnu so royna at venda bakið til og njóta jólakrubbuna.
Um onkur hevur hug at síggja eitt nútímans jólatræ, so er eitt leinki her.
Leinki til youtube-brot.