Ísbjørnirnar mótmæla!

This slideshow requires JavaScript.

Stóra arktiska ráðstevnan Arctic Circle var hildin í Reykjavík síðsta vikuskifti, og har vóru øll vælkomin: Stjórnarleiðarar, tingformenn, kommunalpolitikarar, vinnulívsfólk, granskarar, lesandi og mótmælisfólk. Sum heild kann sigast, at endamálið hjá teimum flestu var at fáa sum mest burtur úr møguleikunum av veðurlagsbroytingunum, nú Arktis verður meira atkomiligt.

Tey einastu sum ordiliga vístu, at tey ikki dáma at Arktis skal vera tað nýggja ráevnisøkið var Greenpeace. Tey eru longu langt síðani farin í gongd at mótmæla, og hava fyri kortum hættað sær inn í russiska økið at mótmæla oljuleiting við tí avleiðing, at tey vórðu handtikin og ákærd fyri terrorismu. Sostatt er møguleiki fyri at tey fáa 15 ára fongsul.

Tað var serliga hesum, sum Greenpeace legði dent á at mótmæla. Sjálvandi – aktivisma er júst tað at provokera, og tá myndugleikarnir lata seg provokera, sum Russland í hesum føri, so verður tað brúkt til at marknaðarføra sína sak.

Og tí høvdu ísbjarnirnar í Reykjavík góðar dagar. Øll kundu taka undir við, at tað líkist ongum at Russland hevur fongslað tey 30 mótmælisfólkini og fer so harðliga fram.

Mótmælisbrosjur

Mótmælisbrosjur

Ísbjarnirnar byrjaðu við at spæla fangar, men tær endaðu við at vera hetjur, sum øll vildu verða avmyndað saman við. Og tiltakið hjá Greenpeace “Free the Arctic 30” fekk góða undirtøku, nógvar undirskriftir, og sjálvt russiska stjórnarumboðið harmaðist at mótmælisfólkini vóru fongslað, men helt fyri, at tey áttu at vitað at soleiðis er Russland.

So er, men tað man ikki fara at forða framhaldandi mótmælistiltøkum í Arktis – og hóast tikið varð væl ímóti hesum ísbjarnunum hjá Greenpeace, so er ikki so langt síðan at fleiri ísbjørnir vóru skotnar so skjótt tær komu upp á land í Íslandi.

Íslendingar ræðast ikki mótmælisfólk, men teir ræðast eitt hótt djóraslag so mikið, at tey verða skotin við brestin.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.