Náttúrunnar sniðendurnýtsla

This post is also available in: Faroese (Faroe Islands)

– ella spælifilmurin um Paul Watson, sum als ikki hevði brúk fyri Paul Watson

Ofta havi eg hoyrt sagt, at tað loysir seg ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin ella hjólið eina ferð afturat, og nakað er um tað.

Rendi meg í hesa myndina í sambandi við ein franskan film við myndum frá havins botni. Helt fyrst at hon var ein fantasimynd, men so er ikki.

Jacques Cluzard og Jacques Perrin hava í meira enn 4 ár tikið upp myndir frá havins botni, og hava sett hetta saman til ein film, sum verður frumvístur í hesum døgum. Hann eitur Oceans.

Upprunaliga var ætlanin at hetta skuldi vera eina spælifilmur um navnframa Paul Watson, navnframa umhvørvisaktivistin sum verjir hvalir, tunfisk og hávar móti øllum illum, íroknað føroyingum. Men konseptið bleiv broytt, tí upptøkurnar høvdu als ikki brúk fyri menniskjum, so í filminum eru bara dýr – og eftir hvat skrivað verður, so er tað ikki við mýkindum sum hesi dýrini eta hvønn annan.

Spennandi er um hesin filmurin fer at verða vístur í Føroyum. Havi ein lítlan illgruna um, at slíkur filmur ikki er av teimum mainstream sum Havnar Bio hevur sum premierufilmar. Sostatt kemur hann neyvan av sær sjálvum, men mugu áheitanir til fyri at fáa hann higar. Kanska kundi endurstovnaða Filmsfelagið gjørt mun, tó at hesin franski náttúrufilmur er ikki er av norðurlendskum uppruna, og tí ikki eitt av kjarnuøkjunum hjá Filmsfelagnum Klipp.

Myndin omanfyri hugtekur meg, tí tað fyrsta eg sá var nøkur stór hundalond. Men uttan at eg havi fingið tað neyvt at vita, so hetta ikki soppar, men heldur risastórar hvalspýggjur, við ovurlongum tentaklum, sum helst ikki er lukkuligir at fáa móti berum holdi.

Havi funnið upplýsingar um filmin á Politiken.dk, sum eisini upplýsir, at tað er Unifrance sum marknaðarførir filmin uttan fyri Frakland. Sí Politiken.dk:

http://ibyen.dk/film/ECE1183755/ekstremt-filmpar-bruger-fire-et-halvt-aar-paa-havets-bund/

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.