This post is also available in:
Eftir at hava verið til handils fekk eg sum ikki einaferð heilsuna „hav ein góðan dag“ frá einum vælmeinandi starvsfólki. Heilt víst er hetta eitt kravboð frá leiðsluni, tí øll starvsfólkini siga hetta, og tað fer fram í øllum handlunum hjá hesum eigara.
Nú eri eg ikki málfrøðingur, og skal tí ikki fara undir eina greining av, hvat tey meina við tá tey siga tað knortluta „hav ein góðan dag“, men hví ikki brúka stutta og snøgga orðið „farvæl“? Sigur tað ikki júst tað sama?
norrønt far vel, engelsk farewell imperativ af fare og vel, ‘gid du må fare vel’, ‘gid det må gå dig godt’ (ordnet.dk: farvel)
Umrøddu arbeiðspláss hava nógv fremmand starvsfólk, sum skulu læra seg føroyskt. Í mínum huga er tað løgið, at vit skulu brúka orku uppá at læra tey knortlutar danskar orðingar, sum „ha’ en god dag“, tá vit hava so nógv snøggari orðingar sjálv.
Tað, sum tó er áhugavert, er, at hetta ikki er serføroyskur trupulleiki. Ónollan sigst serliga hava fingið fótafesti í amerikanskum handils- og tænastuvinnum í seinnu helvt av síðstu øld, tá „have a nice day“ gjørdist ein vanlig, rutinukend farvælheilsan til viðskiftafólk, sum ikki merkir annað, enn at nú eru vit liðug við teg!
Eisini í Bretlandi hevur henda máliskan troðkað seg inn, tó ikki uttan mótmæli, tí fleiri eru sum kenna hetta alt frá áfallið til ópersónligt, serliga tá tað er álagt starvsfólki at siga tað við øll viðskiftafólk.
Fyri meira enn 30 árum síðani tók svenski ríkisdagslimurin Lennart Fridén hetta upp í einum uppskoti til Ríkisdagin, har hann gjørdi vart við óhepnar amerikanskt ávirkaðar orðingar sum „ha en bra dag“, og hann metti at hetta gekk útyvir svenska málið.
Eisini í Danmark hevur verið funnist at gongdini, og eitt nú verður víst á, at „Ha’ en go’ dag“ er við at troka gamla „Farvel, og tak“ burtur. Dansk Sprognævn hevur eisini viðgjørt fyribrigdið, og í 2016 staðfestu tey, at „god dag“ var farið at verða brúkt sum farvælheilsan – helst sum stytting av „hav en god dag“.
Í mínum huga verður heilsanin gjørd fløktari enn hon nýtist. Vit hava orðið „farvæl“, sum nú verður sagt sum „hav ein góðan dag“, ella “hav ein framhaldandi góðan dag“, og tá vit hugsa um, hvussu mál ofta tillagar seg við at styttast, so er helst ikki so løgið, at tað endar við, at farvæl heilsanin verður „góðan dag“, soleiðis sum Dansk Sprognævn vísti á í 2016, har tey komu fram til, at „hav ein góðan dag“ nú er stytt niður til „góðan dag“.
So nú var tað ikki bert knortlut, men eisini heilt øvut av hvat ætlanin er at siga. Eg fari at halda meg til góðan dag og farvæl í upprunaligu týdningunum.

