Tølandi marionettdreymamyndir

Tað sum eg higartil kenni til marionettleik er slíkt eg havi lisið í bókum, umframt kanska okkurt stutt brot í onkrum filmi. Tí var tað sera spennandi at byrja ólavsøkuna 2016 við at fara til “Dansa so væl og leingi” hjá Rakel Helmsdal, bæði fyri at síggja hvussu tað tekniskt verður gjørt, hvussu marionettleikur upplivast, og so sjálvandi at uppliva sjálvan leikin.
Talan er um eina søgu til vaksin, sum eisini kann sigast fyri børnum. Eg hevði einki barn við mær, so eg veit ikki at siga, hvat børn fáa burtur úr sjálvari søguni, men tey sótu sum á nálum og fylgdu leikinum. Marionettleikur er sera gomul tøkni, og setur møguliga nakrar avmerkingar fyri tempo, og tí kundi man kanska hugsað, at børn í dag missa fokus um ferðin ikki er høg. Soleiðis tykist ikki at vera.
Sjálv fekk eg nógv burturúr. Ein hugtakandi søga um at fylgja sínum dreymum, við sveimandi dreymadukkum og boðskapinum, at hóast lívið ikki lagar seg sum vit hugsaðu á ungdómsárum, so man tað fara at laga seg kortini. Og lívið er gott!
Ein frálík framførsla, við góðum tónleiki og fjølbroyttum røddum frá einsamøllu marionettstjóranum – og sjálvandi fór eg beint at umhugsa, hvussu henda tøknin kundi verið brúkt til at gera undirvísing í lívfrøði stuttligari, fjølbroyttari og betri.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.