Læran frá Grummu Grimhild

 Fyri nøkrum vikum síðan var rokan úti á Frælsinum, tí yvir túsund børn komu til sjónleikin Grumma Grimhild á havsins botni. Hetta er leikrit sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr gjørdu yvir søgnina “Drongurin, ið burturtikin var av havfrúnni”. Leikritið er eisini týtt til onnur mál.

            Í øllum hesum rokanum royndi eg at fáa ymiskt meira jarðbundið frá hondini, meðan eg havi hugsað nógv um Biophilia-kappingina, sum koyrir í hesum døgum úti í skúlunum.

            Biophilia kappingin hevur til endamál at nýta aktivar og kreativar læruhættir og at arbeiða tvørfakligt. Royndi eisini at hyggja at sjónleikinum við teimum brillunum, og at taka støði bæði í áskoðarunum og í teimum læraralesandi, sum hava sett leikin upp saman við Súsonnu Tórgarð og Sjúrða Hansen.

            Ein frálík framførsla, har sera nógv var gjørt burturúr palli, leikbúnum, og tað rigggaði sera væl. Tónleikurin riggaði væl til, og eg fekk at vita aftaná, at tey hava sjálvi sett hann saman.

Bæði pallmynd og búnar vóru partur av verkætlanini.

           Bæði børn og vaksin livdu seg inn í leikin, tað var heilt týðiligt – og so er tað mín stóri spurningur kemur: hvat fara tey at tosa um tá tey koma aftur í skúla ella barnagarð?

            Sagnir og ævintýr er upplagt, men eisini málburður er viðkomandi evni, tí tað var stórur munur á málburðinum hjá frásøgufólkunum og foreldrunum, sum høvdu ein fornan málburð, meðan hinir leikararnir tosaðu eitt meira nútímans og livandi mál.

            Lívfrøðiliga vóru nógv ymisk evni, sum kundu verið viðgjørd, tí summir leikarar vóru djór, t.d. roysningur og kráka, og tari var eisini neyðugur partur í leikinum.

            Eg eri tó ikki vís í at hesi verða kjakevnini sum heild. Hetta sigi eg, tí at vit eru ikki serliga von við at tengja tilætlaða læru saman við ymsu tiltøkunum. Tey lesandi hava lært nógv av hesi framførslu, eingin ivi um tað, og børnini fingu eina góða uppliving.

            Sum ein keðiligur undirvísari vildi eg tó ynskt, at leikurin endaði við at nakrir spurningar vórðu settir, sum tey kundu fara heim at kanna og kjakast um. Spurningar, sum vóru grundaðir í tí læru, sum fyriskipararnir heilt frá byrjan av ætlaðu at áskoðararnir skuldu fáa burturúr leikinum.

            Men hyggja síggj, nú lærdi eg sjálv nakað av framførsluni.

            Annað er so tað, at í kjalarvørrinum á leikinum tók seg upp kjak um at ætlanin er at niðurleggja kreativu breytina. Ikki eitt orð er sagt um, at eisini náttúruvísindabreytin og hugvísindaliga breytin verða niðurlagdar. Fólk harmast um, at kreativu lærutilgongdirnar verða niðurlagaðar, siga tey. Eg eri ikki heilt samd, tí eg haldi at vit kunnu líka væl venda málinum til tað sum vit í Biophilia mæla til, nevniliga at kreativitetur skal inn í allar lærugreinar. Leikurin um Grummi Grimhild á havsins botni hevði ikki verið verri um eisini lívfrøðilig viðurskifti og havfrøðilig viðurskifti sluppu við í leikin. Hetta skuldi sjálvsagt verið gjørt við tvørfakligum samstarvi millum fakøkini.

            Tað vóni eg at vit gera næstu ferð!

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.