Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi í tíðarskeiðinum 1992-93. Verkið eitur “Prædikan fyri fuglunum”.

Gino Covili: Prædikan fyri fuglunum

Gino Covili (1918-2005) er kendur italskur listamaður, men eg visti einki um hann fyrr enn í 2017, tá vit fingu vitjan úr Italiu. Tá varð eisini hildin fyrilestur á Landsbókasavninum um henda listamannin. Hetta er alt takkað verið sambandið við Gianfranco Contri og bygdina Riolunato, sum er í økinum har Gino Covili virkaði. Um hetta sambandið ikki var, so høvdu vit helst als ikki vitað um Gino Covili.

Hansara listaheimur er ævintýrkendur, og mangan ræðandi. Verurnar eru øgiligar, og evnini mangan politisk, við einum greiðum samhuga við teimum á niðastu rók, teimum fátæku og teimum sum stríddust. Við hvørt minna myndevnini um William Heinesen í einum góðum samanblandi við Sigrun Gunnarsdóttir.

Trúgv fylti ikki nógv í hansara huga fyrr enn sonurin Vladimir var fyri einum ferðsluóhappi í 1992, har hann endaði í koma, og brúkti rættiliga langa tíð at koma fyri seg aftur. Í hesi støðu vendi Gino Covili sína list til halgimennið Frans í Assisi, sum er væl kendur her um okkara leiðir, við tað at nunnurnar í kleystrinum í Havn hoyra til Fransiskanarastovnin.

Frans í Assisi var kendur fyri virðismetingina av skaparverkinum, ið er so sera væl lýst í yrkingini Sólsongurin, har vit eru í tøttum felagsskapi við náttúruna: Vit hava bróður sól, systur mána, bróður vind, systur vatn, bróður eld, systir okkara, móður jørð, ella sagt við øðrum orðum, vit eru í samljóði við náttúruna sum heild, og mugu fara væl um hana.

Í myndunum hjá Gino Covili bleiv eitt trúarmyndevni virksemið hjá Frans í Assisi. Sera væl lýst, við fokus á menniskjuni og teirra stríð, og við vónini um frið millum allar náttúrunar verur. Betri kann trúgv ikki lýsast.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.