Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020
Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið.
Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar.
Hesin partur av tilmælinum er komin í andglettin, og m.a. gera granskarar frá Tyndall Centre for Climate Change Research vart við, at tilmælið til stjórnina er so bjartskygt at tað er fjákut. Málini, sum eru sett, eru ov lin og steðga ikki vandamiklu gongdini. Ístaðin er neyðugt við eini minking uppá 42% í 2020 í mun til 1990, og øll hendan minking skal fara fram innan bretska økið – onki við at keypa seg burtur úr trupulleikanum.
Um hugt verður eftir føroyska tilmælinum, so verður har roknað við, at kravið um minking fram til 2020 verður millum 20 og 30% í mun til 1990, og merkir hetta, at útlátið hjá okkum skal skerjast umleið 30 til 40% í mun til útlátið í dag.
Verður endaliga tilmælið í nýggja aljtóða veðurlagssáttmálanum meira enn hesi 20 til 30%, so verður føroyski setningurin upp aftur torførari at røkka – møguliga verður kravið at vit skulu minka okkara útlát útvið 50% í mun til útlátið í dag. – Til tað krevst meira enn at bjalva nakrar almennnar bygningar og stovnar.