Eitt rættiligt films-kubbi
Filmsfestivalurin, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna, hevði henda síðsta seinnapartin savnað ein føroyskan koktail, og var hetta ein rættiligur fongur fyri ein films-ignorant sum meg: Uppá einans 2 tímar fekst ein rættilig hylling á hvat rørist á føroyska filmspallinum. Fari at nevna nøkur gullkorn her.
Andrias Høgenni vísti eina sera góða mynd og søgu um ikki at vera seg sjálvur, at lata seg lynda tann ham sum samfelagið sum heild og tey sum eru kring okkum lata okkum í, men vísti á at tað ber til at blaka hamin. Morgunsmíl var heitið, og eg sat og hugleiddi í byrjanini, at maskurnar sum leikararnir bóru helst høvdu verið hentar at fjala morgungronir, sum tíverri eru rættiliga vanligar víða hvar í mínum umhvørvi. Høvuðspersónurin í Morgunsmíli blakaði maskuna, men kom hann eisini út úr skápinum?
René Bischopp og Janus Rasmussen vístu ein film um eina kenslu. Sera væl lýst, og sera stuttligt. Eg sat eftir við tí kenslu, at hetta var ein filmur sum hyggjast skal eftir mánamorgun, heldur enn fíggjadag seinnapart, tá “alting er i sin vorden”.
Heiðrik á Heygum hevði eina sera beinrakna lýsing av cyber-space. Eftir øllum at døma er hetta at ungdómar “dykka niður” í cyber-space eitt vanligt fyribrigdi, ella hevur Heiðrikur verið heima hjá okkum og lúrt. Sigast skal tó, at vit vaksnu hava leikað nakað harðligari í enn handan mamman.
Ingun í Skrivarastovu hevði tveir filmar við, av teimum hevði eg ongantíð sæð “Í hansara hondum”. Heitið á filminum er sera beinrakið: Í byrjanini av filminum kom Hans Pauli Olsen við høvdinum á Janusi Kamban (í bronsu) í føvninginum, men hetta var ikki byrjanin. Byrjanin var, tá Janus tók Hans Paula undir sítt veingjabreiði. “Í hansara hondum” vísti virðingina teir báðir myndahøggararnir hava fyri hvørjum øðrum. Í hesi løtumynd hevur Ingun fangað ein sera livandi Hans Paula, sum tóktist heilt órørdur av filmstólinum, ella rættari, hann kommunikeraði sera væl við filmstólið. Ein sera rørandi partur av filminum er tá Janus Kamban takkar fyri seg og fer fet fyri fet út úr atelierinum, meðan Hans Pauli stendur eftir og arbeiðir uppá Trónd í Gøtu. Maður kemur í mans stað.