Okkara íkast til G!

So fór G! av bakkastokki, og fyrireikingarnar í Gøtu munnu hava verið nógvar og drúgvar. Skráin ljóðar sera spennandi, og tað dregur at fara at lurta – serliga fríggjakvøldið.

Tó so, Brekkustova verður umboðað, bæði væl og virðiliga. Yngra ættarliðið fór á G! longu í gjár. Talan var ikki bara um at fara, men nógvar fyrireikingar skuldu til.

Troyggja skuldi bindast til høvið, telt, soviposar, stólar og annað skuldi finnast fram, og annað slíkt kamping.

Men ein festivalur skal ikki verða ov friðarligur, so tí var eisini neyðugt at útvega ein ghettoblastara, ein akkumulator, leidningar og annað gott.

Á kampingplássinum húsast 2500 fólk, sigst. Tí er eisini neyðugt at hava eitt sjónligt tekin um hvar tú ert, og tað skal helst vera so egið sum gjørligt.

Havi ongan annan møguleika enn at góðkenna ta góðu kenningina – og ynski øllum ein góðan festival, og at ongin fær eina vána kenning!

 

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.