Grátandi mamman og deyði sonurin

'Tornakrúna var ein av nógvu lutunum sum hettuklæddu skúðgonguluttakararnir brúktu at siga frá líðingarsøguni.

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan trúarrætning.

Væntaði tí at uppliva okkurt spennandi her í Suðuritalia. Fyrsta eygleiðingin var tó, at hvørki skírishósdagur ella langi fríggjadagur eru frídagar, ið hvussu so er ikki fyri tey ið starvast innan øki sum eru viðkomandi hjá ferðafólki. Í so máta líkist Italia meira Bretlandi enn Føroyum. Í mun til átrúna líkjast Føroyar tó helst meira Bretlandi, við tað at átrúnaður er eitt sera álvarstungt fyribrigdi, sum onkursvegna er hátt hevjað yvir gerandisdegnum.

Katolikkar frambera kristna boðskapin heilt øðrvísi enn protestantar – men sigast skal eisini, at katolikkarnir brúka nógva orku, tíð og fólk til tess – kanska var tað eisini slíkt orku- og tíðarspill sum protestantarnir mótmæltu.

Grátandi standmynd av Mariu moy

Í Sorrento eru langi fríggjadagur tvær skrúðgongur, sum munkar skipa fyri. Tann fyrra er snimma á morgni, frá kl. 3 til kl. 6, og verður nevnd hvíta skrúðgongan. Allir menninir og dreingirnir (tí kvinnur sleppa ikki at luttaka!) eru klæddir í hvítum munkaklæðum við heilari hettu yvir høvdið, sum einans hevur tvey hol til eyguni. Henda skrúðgongan er fyri sorg Mariu moy, og luttakararnir  (sera nógvir í tali, helst millum 1000 og 2000) bóru ymsar lutir sum høvdu samband við hendingarnar skírishósdag og langa fríggjadag: posa við 30 silvurpengum, tornakrúnur,kalik, útstappaðan hana, reyðan kirtil, terningar (soldátarnir brúktu jú terningar fyri at kasta lut um kirtilin hjá Jesusi), spjót, svamp, kross og nógv annað. Allir luttakararnir bóru okkurt, um ikki annað, so faklar. Í hvítu skrúðgonguni var høvuðsfigururin Maria, ein standmynd í fullari stødd, sum varð borin í akslahædd, so øll høvdu høvi at síggja hana. Mitt í øllum var eitt sorgarkór.

Nakað væl av fólki var til hvítu skrúðgonguna, men einki í muntil svørtu skrúðgonguna, sum var kl. 9 um kvøldið. Henda skrúðgongan er fyri deyða Krists, og líktist nakað væl tí fyrru, hóast tað eru tveir ymsir munkaordanir sum skipa fyri. Allir luttakararnir vóru nú í svørtum klæðum, men lutirnir vóru í stórna mun teir somu, tó at teir nú vóru settir í myrkari høpi. Kórið var eisini tað sama, og við sama sangi.

Stóri munurin var, at nú varð liggjandi standmynd av deyða likaminum hjá Kristusi borin gjøgnum býin, og aftaná kom Maria moy í syrgibúna, men nú hevði hon fingið eina bjarta krúnu.

Stemningurin til hesar báðar løturnar var sera góður, og minkti meg rættiliga nógv um Ólavsøku, tó at eingin var srliga ávirkað/ur. Barrirnar høvdu opið alla náttina, forelskað pør, børn, gomul – øll vóru saman um hesa løtu.

Báðar skrúðgongurnar vóru syrgigongur, men eg haldi at fólk heldur uppfata tær sum hátíðarløtur, sum vit øll eru saman um, og tí heldur fagnaðarløtur, ið vit gleðast um.

Standmynd við deyða likami Krists er partur av svørtu skrúðgonguni.

Minnist frá barni av hvussu eg nærmast sturdi fyri langa fríggjadegi, tí hann var so dapur. Útvarpið hjálpti væl til henda dapra stemming. Haldi at løtur sum hesar í Sorrento siga somu søgu á ein munandi meira sigandi máta. – Hartil er tó at siga, at onkustaðni kunnu slíkar skrúðgongur vera munandi meira ógvisligar, og kunnu luttakararnir t.d. finna uppá at píska seg sjálvar – eg vildi mett, at tá fer hátíðardámurin burtur, og eg rokni við, at eg somuleiðis hevði hildið meg burtur.

Siðurin við skrúðgongum langafríggjadag sigst vera komin til Suðuritalia við Jesuittum í 16. øld úr Spania.

 

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.