Home » 2009 (Page 2)

Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020

Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt […]

Vísindaliga grundarlagið undir komandi Keypmannahavnaravtaluni

Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders […]

Lord Stern um hitabroytingar: Støðan nógv verri enn áður mett

Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum. Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta […]

Ein heitur og turrur heimur væntandi – og tað skjótt

Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst […]

Mær tørvar 2 jørðir, tørvar tær 3?

Vit hava bert eina jørð, men um øll livdu sum vit, so skuldu tríggjar jørðir til at húsa og føða allar heimsins borgarar. Hetta sæst við at brúka forritið “Ecological footprint”. Hetta forrit staðfestir eisini, at støðan sum heild er alt annað enn góð, tí nýtslan í dag krevur hálvaaðru jørð. Hetta merkir, at vit […]

Bubbi og ungir jazzarar

Á konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið var Bubbi Morthens aftur ein mótmælissangari, hesaferð móti teimum sum hava ábyrgdina av íslendsku bankakreppuni. Eisini aðrar tónleikaframførslur vóru hetta vikuskiftið, og Jazzfestivalurin vísti, at vit hava bæði leikarar og høli sum kunnu halda uppi eini jazzmentan.

Drukna grønlendingar nakrantíð?

Sambært portalinum hjá Sosialinum/Føroya Tele í dag, 17. januar 2009, druknaðu tveir danskir sjómenn tá ein jolla teir vóru farnir í koppaði. Hendingin fór fram  sunnan fyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi, og menninir sigldu við einum tangaskipi sum sigldi við olju til Grønlands, og vóru sostatt ikki heimahoyrandi í Grønlandi. Ein syrgilig søga, men hetta brotið […]

Page 2 of 212