Home » 2012

Litføgur jólatrø í Brussel

Litføgur jólatrø í Brussel

Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at […]

Bachelorlærarar við lívfrøði

Bachelorlærarar við lívfrøði

So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti. Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur […]

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, […]

Grátandi mamman og deyði sonurin

Grátandi mamman og deyði sonurin

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan […]

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.

So brast fyri nev

og Heimurin sambært Brekkustovu má fara at oppa seg

70 havhestar, harav 12 til kanningar á Læraraskúlanum

Sambært Norðlýsinum er tað eitt sindur bygdasligt at fleyga havhest. Rætt skal vera rætt, tað eru helst fáir ungdómar í Havnini sum regluliga ganga á veiði – møguleikarnir til tess eru helst betri á bygd, við teirri avleiðing, at ungdómar í Havn helst vita munandi minni um náttúruviðurskifti enn tey á bygd. Tó kunnu ungdómar […]