Havstreymar ávirka veiðinøgdina

Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum. Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt samspæl millum hesar havstreymar sum avger, hvussu hitalagið í økinum er. Tá havstreymar við køldum sjógvi úr póløkinum eru sterkir, er økið kring Føroyar kaldari, enn tá hesir eru veikari. Lívfrøðiliga tilfeingið ávirkast eisini av hesum havstreymum. Tá havstreymarnir úr póløkinum eru sterkir, og økið kring Føroyar tí kaldari, er: ♦   minni til av plantuæti, […]

Støðugt skifti millum Norðuratlantsstreymin og Norðurhøv

Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni: Um hitabroytingar Um havstreymar á opnum havi Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. […]