Havstreymar ávirka veiðinøgdina

hjalmarhatunposter1Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum.

Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt samspæl millum hesar havstreymar sum avger, hvussu hitalagið í økinum er. Tá havstreymar við køldum sjógvi úr póløkinum eru sterkir, er økið kring Føroyar kaldari, enn tá hesir eru veikari.

    Lívfrøðiliga tilfeingið ávirkast eisini av hesum havstreymum. Tá havstreymarnir úr póløkinum eru sterkir, og økið kring Føroyar tí kaldari, er:

♦   minni til av plantuæti,
♦   minni til av djóraplankton ið hoyrir til heitari sjógv
♦   minni til av svartkjafti
♦   og grindahvalur sæst ikki so ofta

Tó verður víst á, at meira er til av reyðæti (Calanus finmarchicus) tá sjógvurin er kaldur.

Eisini vístu Hjálmar og tey, at við at rokna uppá hvussu havstreymarnir higartil hava ávirkað títtleikan av teimum ymisku djóra- og planktonsløgunum, ber til at framrokna, hvussu havstreymarnir tey komandi 2-10 árini helst fara at ávirka t.d. veiðinøgdina av svartkjafti.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.