Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni: Um hitabroytingar Um havstreymar á opnum havi Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. […]
USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um koltvísúrnis útlátið við 80% í 2050. Hann stuðlar eini kvotaskipan, har fyritøkur kunnu selja og keypa “dálkingar-loyvi”. Sambært Steven Chu, so verður tó framvegis vónað, at øll lond fara at leggja kostnaðin av útlátinum í eina slíka kvotaskipan, men um okkurt land ikki ger tað, er neyðugt at seta tiltøk í verk, so sum at […]
Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar. […]
Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders Fogh Rasmussen 12. mars. Talan er um vísindaliga fundin sum er grundarlagið undir tí politisku veðurlagsráðstevnuni, sum ST skipar fyri í Keypmannahavn í desember í ár. Fiskirannsóknarstovan hevði 2 umboð á fundinum: Bogi Hansen hevði eina framløgu um skiftið millum Norðuratlantstreymin og Norðhøvini og Hjálmar Hátún vísti á uppslagi á ávirkanina ið havstreymarnir hava á […]
Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum. Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta er eindømi fleiri milliónir av árum aftureftir, so væntar Stern eisini, eins og James Lovelock, at stórur partur av Suðureuropa fer at líkjast Sahara. Kostnaðurin fyri einki at gera Stern skrivaði í 2006 eina frágreiðing sum greiddi frá prísinum av onki at gera við veðurlagsbroytingarnar. Tá metti hann at tað fór at kosta heiminum 20% […]
Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst ongin vón fyri at vit megna at minka so nógv um vakstrarhúsgassini, at tað munar. Framtíðarútlitini eru ikki góð: roknast kann við at meginparturin av heiminum verður ov heitur og turrur hjá fólki at búleikast á. Nøkur støð kunnu tó roknast við framhaldandi fara vera hóskandi hjá fólki, harímillum Skandinavia, Bretsku oyggjarnar og so nógvar […]
Vit hava bert eina jørð, men um øll livdu sum vit, so skuldu tríggjar jørðir til at húsa og føða allar heimsins borgarar. Hetta sæst við at brúka forritið “Ecological footprint”. Hetta forrit staðfestir eisini, at støðan sum heild er alt annað enn góð, tí nýtslan í dag krevur hálvaaðru jørð. Hetta merkir, at vit ikki brúka jørðina burðardygt, men eru í ferð við at brúka stovnar og keldur í ein mun sum hevur við sær, at stovnarnir týnast, og keldurnar tømast. Nú royndi eg at máta hvussu mín egna vistfrøðiliga slóð er, og vísti tað seg at eg brúki munandi minni enn miðal danin ella bretin. Men framvegis, mín […]
Í Bretlandi eru røddir frammi um at bøndir skulu fáa samsýning fyri at varðveita torvheiðar og mold við nógvum kolevni í. Endamálið er at minka um CO2 útlátið, ásannandi at torvheiðarnir og hálendis-mold eru størstu kolevnagoymslurnar í Bretlandi. Tað er umsitingarstovnurin National Trust sum mælir til, at serliga bøndur við hálendis-festum skulu hava samsýning fyri at verja villini dýr, landsløg, vatn og kolevnisgoymslur, umframt at hava alidjór. Lendið skal ikki veltast! Hildið verður, at passaligt bit ger hesi hálendis-mold til kolevnagoymslur, har meira legst afturat hvørt ár. Er bitið ov stórt, so skrædnar svørðurin, og lendið hevur útlát við sær ístaðin. Við ongum biti er tó eisini væntandi, at lendið […]