Gamla trúarlæran og trúbótin

Herfyri var ein áhugaverd grein at síggja á heimasíðuni hjá Mariukirkjuni [1]. Talan er um brot úr eini ferðafrágreiðing frá 1857 hjá katólska prestinum Mussa, sum var italiumaður, og sum hevði starvsøki í norðurlendsku polarøkjunum, tað vil siga Sámaland við Spitzbergen, Føroyar, Ísland og Grønland.

Brotið var so áhugavert, at eg leitaði fram upprunatekstin, sum er skrivaður á italskum. Á heimasíðuni hjá Mariukirkjuni hevur italski presturin Fr. Bruno Mollicone umsett, men nú eru maskinumsetingarnar so mikið góðar, at eg havi  fingið lisið allan tekstin, sum er ein frálík lýsing bæði av egnari hugmóð og ferðaumstøðum fyri skjótt 170 árum síðani.

Eitt brot sum eg helt verða rættiliga áhugavert, var um mongu sektirnar innan protestantisku kirkjuna, sum byrjaðu sera stutt eftir reformatiónina, og hevur hildið fram til henda dag [2], samstundis sum rómversk-katólska kirkjan í stóran mun framvegis er ein eindarkirkja:

Eg eri fegin at kunna siga tykkum, at eg í øllum Norðurlondum havi sæð tekin um átrúnaðarligar rembingar. Protestantisman, uppfunnin av menniskjum, ber menniskjans merki, eldist sum menniskjan, og eins og klæði gjørd av menniskjum til menniskju, er hon [protestantisman] vorðin gomul; fólk kenna tørv á at broyta hana, eins og ein broytir slitin klæðir. Tað er tí stórur tørvur á, at missiónirnar verða meira víðfevndar, og til hetta er tíðin tann rætta, fruktin er búgvin. Um tað ikki verður gjørt, fer broyting kortini at fara fram við at stovna nýggjar sektir, klæða seg í ein annan menniskjaligan búna, og soleiðis nøkta seg aftur í eina tíð; tekin um hetta eru longu sjónlig í nøkrum støðum. Tí er tað neyðugt at fremja missiónirnar so nógv sum gjørligt, so vit ikki missa henda møguleika, sum Gud vísir okkum til fyrimuns  fyri ta einastu sonnu kirkjuna. (Vitlíkisumseting)

Staddur í Sámalandi fær Mussa prestur boð um at hann varðar av Grønlandi, men at hann fyrst skal hjálpa Bauer presti í eitt ár í Føroyum. Tað fær hugsanir hansara at leita aftur til katólska Italia, og kontrastin til protestantisku polarøkini:

Vit fóru tí úr Sámalandi eftir miðjan juli og komu til Hamburg áðrenn miðjan august. Tá ið vit fóru í land og gingu móti einum hotelli, fekk eg eyga á eina fruktbúð við kurvum av kirsuberum og aprikósum; í norðurlondum búnast tey seinni.
Eg kundi ikki betur lýsa ta kenslu, ið eg upplivdi við at síggja hesar fruktir, enn við at samanbera sjónina við, hvat ein deyður maður, ið vendir aftur til lívið, upplivir. Tað var ein veruligur skjálvti av undran fyri meg, eg føldi eina gleði, sum reis upp í mær, og eg kundi ikki lata vera við at flenna. Aftaná bleiv tað tó meira sorgblítt. Tá ið eg var einsamallur, í náttarsins friði og myrkri, kom hesin tanki aftur í mín huga og vakti eina røð av tonkum, ið vístu mær bæði blomstrandi ríkidømið í mínum heimlandi og harðrenda fátækradømið í polarøkjunum. Hetta gav mær eina sterka freisting at venda heim aftur.
Hví skuldi eg fara aftur til hesi harðbalnu økir, har einki spor er av Guds vælsignilsi av náttúruni? Hví skuldi eg ikki venda aftur til mítt heimland, har tað natúrliga ríkidømið vísir seg allastaðni, og har alt og øll eru ein støðugur lovsongur til Skaparan? Hví skuldi eg ríva meg burtur frá samveruni við fólk, sum vildu verið glað at havt meg nær, fyri at fara millum fólk, sum fordøma meg? Kann eg ikki prædika og arbeiða eisini í mínum heimlandi? Hava míni landsmenn ikki eisini eina sál, sum eg kann viðvirka til frelsuna av? Har er alt vakurt, alt er dámligt og hugaligt, alt er stórsligið… (Vitlíkisumseting).

Mussa kom tó til ta niðurstøðu at hansara lutur var at fara til norðureftir, og upplivdi ein sera illfýsnan túr við Fortunu, sum hann hálvavegna fataði sum eitt aftursvar til hansara ynski um heldur at vera heima í fagra Italia. Komin til Føroya skrivaði hann hetta sera hugtakandi brotið um føroyska kristindómin:

Her er fólkið lutherskt, men tey eru tey minst luthersku lutheranarnir, eg nakrantíð havi sæð. Í kirkjuni hava tey bæði krusifiks og kertiljós á altarinum; í heimunum hava tey málningar og smáar standmyndir av bæði Mariu moy og halgimennum. Síðsta sunnudag prædikaði presturin í móti okkum í kirkjuni (frá heimasíðuni hjá Mariukirkjuni, ).

Standmynd av Mariu Moy, sum upprunaliga var í kirkjuni í Kirkjubø, men nú er á Fornminnissavninum. Her í eyðkendu strikuni hjá Palla Gregoriussen.

Tað kann tykjast eitt sindur margháttligt at Mussa sær eina andsøgn í at hava krusifiks og kertiljós á altarinum, og skal helst takast sum eitt tíðarrák, har tað serliga í nøkrum økjum, var lagdur stórur dentur á at beina burtur innan kirkjugátt slíkt sum minti um katólsku tíðina [3].

Hetta er helst ikki hent í sama mun í Føroyum, og sambært Handbók Føroya Kirkju [4] eru bæði ljós og krusifiks hóskandi kirkjulutir, eisini í dag, eins og prestur kann venda sær móti fólkinum, um kirkjan er innrættað soleiðis at tað ber til: 

Umframt tey bæði fyriskipaðu altarljósini stendur ein sjeyarmaður ljósastaki á altarinum í mongum kirkjum . Standa tveir sjeyarmaðir ljósastakar á altarinum, skulu teir vera eins . Tað sama er galdandi aðrar stakar . Hesir stakar kunnu eisini verða settir aðrastaðni í kirkjuni . T.d . er ein sjeyarmaður staki hóskandi nærhendis doypifuntinum.
Hóskandi er at hava ein kristkross (krucifiks) standandi á altarinum, um ikki altartalvan vísir Krist krossfestan, ella ein kristkrossur hongur yvir altarinum, og skal hann tá standa mitt fyri og aftarlaga . Stendur ein sjeyarmaður ljósastaki á altarinum, ber í flestum førum til at hava ein lítlan kristkross standandi beint framman fyri stakan. 
….
Eru viðurskiftini í kirkjuni soleiðis, at tað er møguligt, kann presturin standa aftan fyri altarið og tá eisini standa við andlitinum ímóti kirkjuliðinum undir bønum og sálmum .

Mussa vitjaði sum sagt Føroyar í 1857, ella góð 300 ár eftir trúbótina. Havandi í huga, at ein av stóru mununum millum lutheranar og katolikkar er virðismetingin av Mariu Moy, er áhugavert at staðfesta, at standmyndin av Mariu moy, sum nú er á Fornminnissavninum í Hoyvík, tá framvegis stóð í Kirkjubøar kirkju (hon varð send til danska tjóðsavnið í Keypmannahavn í 1875, [5]).

Sverri Dahl [6] vísir á, at lítið og einki er niðurskrivað, ella sum hann tók til “Háttvirdu forfedrarnir í miðøld settu neyvan fjøður á blað”, so tað er við øðrum tilfari enn tí skrivliga at vit mugu meta um søguna. Tó skrivaði Sverri, at “um trúbótina í Føroyum vita vit ikki nógv, hon man vera hend stillisliga. Nógvar smákirkjur og bønhús eru aftoftað, men hvørt sum er tykjast kirkjuhúsini ikki tá hava verið ruddað fyri alt, sum var katólskt. Tvørturímóti sýnist sum fólk hava varðað um ein part av gomlu gripunum við virðing fyri tí sum heilagt er.” Sverri vísir á, at nógvir lutir eru horvnir seinni.

At føroyingar ikki hava broytt kirkjur og heim so nógv eftir trúbótina, og kanska heldur ikki hava broytt trúgv, er í góðum samsvari við tað sum Palle Burla skrivar í sínum endurminningum frá 1997, har hann sigur at føroyska fólkið er sera kristið, men at nógv fólk av bygd konverteraðu ikki, tí, sum tey søgdu, tey hoyrdu til ta gomlu kirkjuna [7]. Palle Burla útgreinar ikki hvat liggur í hesi útsøgn, men sama orðalag verður brúkt í søgnum bæði um eina gamla kirkju í  Hovi og um eina kirkju sum stóð í Syðrugøtu, og talan er sannlíkt um ta gomlu katólsku læruna [8]. Og er tað so, at grundarlagið undir okkara trúarlívið í stóran mun framvegis var katólskt í 1857, tá Mussa skrivaði ferðafrásøgnina, so er jú ikki so løgið at hann kendi seg aftur.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.