Home » Archives by category » Mentan (Page 2)

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, […]

Grátandi mamman og deyði sonurin

Grátandi mamman og deyði sonurin

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan […]

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.

Royala Brekkustova

So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen […]

Okkara íkast til G!

So fór G! av bakkastokki, og fyrireikingarnar í Gøtu munnu hava verið nógvar og drúgvar. Skráin ljóðar sera spennandi, og tað dregur at fara at lurta – serliga fríggjakvøldið. Tó so, Brekkustova verður umboðað, bæði væl og virðiliga. Yngra ættarliðið fór á G! longu í gjár. Talan var ikki bara um at fara, men nógvar […]

Dansandi soppar

Tað er ein rættiliga løgin kensla fara til eina sýning sum eg ikki havi ánilsi av hvat snýr seg um. Soleiðis var fyrrakvøldið, tá eg fór so beint frá arbeiði til eina dansisýning í Norðurlandahúsinum. Hevði bara fingið at vita, at hon var “heilt fantastisk”, og at tað átti eg at síggja. Ikki so frægt […]

Ljós á málið ella kelduna?

Gamalt var at pressan vardi sínar keldur, og út frá upplýsingum frá keldunum skrivaðu tey søguna. Hetta handverkið tykjast fjølmiðlarnir ikki at duga í dag, nú skulu tey bara endurgeva tað sum ein kelda sigur. Spurningurin er um hetta kemst av mentalum leti, ella um tøgnmentanin eisini hevur rakt føroysku fjølmiðlarnar.

Náttúrunnar sniðendurnýtsla

– ella spælifilmurin um Paul Watson, sum als ikki hevði brúk fyri Paul Watson Ofta havi eg hoyrt sagt, at tað loysir seg ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin ella hjólið eina ferð afturat, og nakað er um tað. Rendi meg í hesa myndina í sambandi við ein franskan film við myndum frá havins botni. […]

Public Service Kringvarp

Øll eiga Kringvarpið, og tað almenna varðar av tí. Skal vatntætt skott vera millum Kringvarpið og almennu fyrisitingina, og skal Kringvarpið hava líkinda karmar og umstøður at virka undir, er ein Public Service Sáttmáli (PSS) millum fyrisitingina og stovnin lívsneyðugur. Í einum PSS verður fyrisitingin at gera neyvar orðingar um, hvat almenningurin væntar sær av […]

Ein heitur og turrur heimur væntandi – og tað skjótt

Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst […]

Page 2 of 3123