Havstreymar ávirka veiðinøgdina

Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum. Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt samspæl millum hesar havstreymar sum avger, hvussu hitalagið í økinum er. Tá havstreymar við køldum sjógvi úr póløkinum eru sterkir, er økið kring Føroyar kaldari, enn tá hesir eru veikari. Lívfrøðiliga tilfeingið ávirkast eisini av hesum havstreymum. Tá havstreymarnir úr póløkinum eru sterkir, og økið kring Føroyar tí kaldari, er: ♦   minni til av plantuæti, […]

Støðugt skifti millum Norðuratlantsstreymin og Norðurhøv

Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni: Um hitabroytingar Um havstreymar á opnum havi Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. […]

USA umhugsar klima-verjutoll

USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um koltvísúrnis útlátið við 80% í 2050. Hann stuðlar eini kvotaskipan, har fyritøkur kunnu selja og keypa “dálkingar-loyvi”. Sambært Steven Chu, so verður tó framvegis vónað, at øll lond fara at leggja kostnaðin av útlátinum í eina slíka kvotaskipan, men um okkurt land ikki ger tað, er neyðugt at seta tiltøk í verk, so sum at […]

Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020

Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar. […]

Vísindaliga grundarlagið undir komandi Keypmannahavnaravtaluni

Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders Fogh Rasmussen 12. mars. Talan er um vísindaliga fundin sum er grundarlagið undir tí politisku veðurlagsráðstevnuni, sum ST skipar fyri í Keypmannahavn í desember í ár. Fiskirannsóknarstovan hevði 2 umboð á fundinum: Bogi Hansen hevði eina framløgu um skiftið millum Norðuratlantstreymin og Norðhøvini og Hjálmar Hátún vísti á uppslagi á ávirkanina ið havstreymarnir hava á […]

Lord Stern um hitabroytingar: Støðan nógv verri enn áður mett

Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum. Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta er eindømi fleiri milliónir av árum aftureftir, so væntar Stern eisini, eins og James Lovelock, at stórur partur av Suðureuropa fer at líkjast Sahara. Kostnaðurin fyri einki at gera Stern skrivaði í 2006 eina frágreiðing sum greiddi frá prísinum av onki at gera við veðurlagsbroytingarnar. Tá metti hann at tað fór at kosta heiminum 20% […]

Skjótt syftir seiðir góða undirtøku – fer tunga takið at verða lætt?

So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu seta í verk innan síni øki at minka um útlátið. Í fyrsta umfari skuldi talan vera um “skjótt syftar seiðir”, men einaferð næsta ár skuldi landsstýrið fara at umrøða hvørji tung tøk kunnu takast. Tøkini verða helst tung, og leikirnir mangir og langir. Krøvini fara væntandi at vera eini 35% frættist frá teimum sum komu […]