Stóra arktiska ráðstevnan Arctic Circle var hildin í Reykjavík síðsta vikuskifti, og har vóru øll vælkomin: Stjórnarleiðarar, tingformenn, kommunalpolitikarar, vinnulívsfólk, granskarar, lesandi og mótmælisfólk. Sum heild kann sigast, at endamálið hjá teimum flestu var at fáa sum mest burtur úr møguleikunum av veðurlagsbroytingunum, nú Arktis verður meira atkomiligt. Tey einastu sum ordiliga vístu, at tey ikki dáma at Arktis skal vera tað nýggja ráevnisøkið var Greenpeace. Tey eru longu langt síðani farin í gongd at mótmæla, og hava fyri kortum hættað sær inn í russiska økið at mótmæla oljuleiting við tí avleiðing, at tey vórðu handtikin og ákærd fyri terrorismu. Sostatt er møguleiki fyri at tey fáa 15 ára fongsul. […]