Vælkomin

 

“Heimurin sambært Brekkustovu” er eitt stað har eg loyvi mær at koma við mínum útleggingum av støðuni, bæði í alheims høpi, men eisini í lokala dunnuhylinum.

Sjálvandi kundi hetta verið sent sum lesarabrøv til bløðini. Vansin við tí mátanum er tó, at eg tá vildi roynt at verið meira óvildug. Eg uppfati ein blogg sum eitt meira óformelt samskifti. Henda uppfatan er serliga tí at lesarin má sjálvur uppsøkja bloggsíðuna, vónandi av áhuga, meðan fólk ofta hava keypt bløðini av øðrum ávum enn at lesa mínar viðmerkingar.

“Heimurin sambært Brekkustovu” viðger tí evni sum eg havi áhuga fyri, hetta er serliga innan náttúru og umhvørvi, veðurlagsbroytingar, vistfrøði og fyri ikki um at tala mold og gransking.

Verið vælkomin á bloggsíðuna hjá mær, har tit eisini hava møguleika at gera viðmerkingar.

Hevði ætlað at útsjóndin á míni bloggsíðu skuldi vera framúr frá fyrsta degi, men í fyrsta umfari verður tað sum best ber til.

 

Hugleiðingar, við hvørt afturvið einum glasi av vini. Oftast tó grundaðar i gransking.
Hugleiðingar, við hvørt afturvið einum glasi av víni. Oftast tó grundaðar í gransking.

Vinarliga

 

Erla Olsen

2 Responses to "Vælkomin"

  1. Ása Johannesen   October 5, 2008 at 11:08

    Hey!

    Eg sá at onkur var komin at hyggja at blogguni hjá mær frá tínari bloggu, so eg mátti koma at hyggja. Mær dámar ordiliga væl tína bloggu 🙂

    Mín blogroll funktión riggar ikki sum hon skal, ella kanska er tað bara eg sum ikki dugi at brúka hana, men so skjótt eg finni útav tí, so fari eg at linka til tín eisini.

    Heilsan Ása

  2. Laufey H. Blaasvær   September 25, 2010 at 09:04

    deiligar síður og fínir bloggar Erla 🙂

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)