Stóra arktiska ráðstevnan Arctic Circle var hildin í Reykjavík síðsta vikuskifti, og har vóru øll vælkomin: Stjórnarleiðarar, tingformenn, kommunalpolitikarar, vinnulívsfólk, granskarar, lesandi og mótmælisfólk. Sum heild kann sigast, at endamálið hjá teimum flestu var at fáa sum mest burtur úr møguleikunum av veðurlagsbroytingunum, nú Arktis verður meira atkomiligt. Tey einastu sum ordiliga vístu, at tey ikki dáma at Arktis skal vera tað nýggja ráevnisøkið var Greenpeace. Tey eru longu langt síðani farin í gongd at mótmæla, og hava fyri kortum hættað sær inn í russiska økið at mótmæla oljuleiting við tí avleiðing, at tey vórðu handtikin og ákærd fyri terrorismu. Sostatt er møguleiki fyri at tey fáa 15 ára fongsul. […]
Onki er at ivast í, at neyðugt eisini er við tiltøkum á ferðsluøkinum skulu vit minka munandi um okkara útlát av vakstrarhúsgassum, og yvirhøvur eru fólk vorðin meira tilvitað um, at eisini bilarnir skulu vera umhvørvisvinarligari – um ikki annað nú brennievni er vorðið munandi dýrari enn tað var. Eitt eg undrist á í hesum høpi er, at bæði fólk og virkir vilja hava so stórar bilar. Nógvir almennir stovnar hava eftirlitsuppgávur, har í flestu førum eitt, og í mesta lagi 2 fólk skulu út á virkir – ofta koyra hesi eftirlitsfólk í tí sum eg vildi kallað ein stórur bilur. Hesir bilar taka nógv, og brenna samsvarandi nógv, men […]
Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum. Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt samspæl millum hesar havstreymar sum avger, hvussu hitalagið í økinum er. Tá havstreymar við køldum sjógvi úr póløkinum eru sterkir, er økið kring Føroyar kaldari, enn tá hesir eru veikari. Lívfrøðiliga tilfeingið ávirkast eisini av hesum havstreymum. Tá havstreymarnir úr póløkinum eru sterkir, og økið kring Føroyar tí kaldari, er: ♦ minni til av plantuæti, […]
Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni: Um hitabroytingar Um havstreymar á opnum havi Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. […]
USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um koltvísúrnis útlátið við 80% í 2050. Hann stuðlar eini kvotaskipan, har fyritøkur kunnu selja og keypa “dálkingar-loyvi”. Sambært Steven Chu, so verður tó framvegis vónað, at øll lond fara at leggja kostnaðin av útlátinum í eina slíka kvotaskipan, men um okkurt land ikki ger tað, er neyðugt at seta tiltøk í verk, so sum at […]
Tað tykist sum um eitt av stríðsmálunum til samráðingar um ein nýggjan veðurlagssáttmála verður, hvør skal gjalda CO2 framleiðslukostnaðin av eini vøru. Ídnaðarlondini hava nú í longri tíð sent meginpartin av síni framleiðslu til Asiu, antin tað so er teknikkur, klæðir, skógvar v.m. Arbeiðslønin er lág, og higartil hevur tað so merkt, at vit brúkarar í Vesturheiminum fáa munandi bíligari vørur enn um tær vórðu framleiddar hjá okkum sjálvum. Samstundis sum asiatisku londini hava ein stóran búskaparligan vøkstur, er teirra CO2 útlát eisini økt sera nógv. Veðurlagssáttmálin fevnir um allan heim, og sum er verður roknað við, at øll lond skulu minka um teirra útlát. Kina hevur síðani 2006 verið […]
Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar. […]
Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders Fogh Rasmussen 12. mars. Talan er um vísindaliga fundin sum er grundarlagið undir tí politisku veðurlagsráðstevnuni, sum ST skipar fyri í Keypmannahavn í desember í ár. Fiskirannsóknarstovan hevði 2 umboð á fundinum: Bogi Hansen hevði eina framløgu um skiftið millum Norðuratlantstreymin og Norðhøvini og Hjálmar Hátún vísti á uppslagi á ávirkanina ið havstreymarnir hava á […]
Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum. Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta er eindømi fleiri milliónir av árum aftureftir, so væntar Stern eisini, eins og James Lovelock, at stórur partur av Suðureuropa fer at líkjast Sahara. Kostnaðurin fyri einki at gera Stern skrivaði í 2006 eina frágreiðing sum greiddi frá prísinum av onki at gera við veðurlagsbroytingarnar. Tá metti hann at tað fór at kosta heiminum 20% […]
Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst ongin vón fyri at vit megna at minka so nógv um vakstrarhúsgassini, at tað munar. Framtíðarútlitini eru ikki góð: roknast kann við at meginparturin av heiminum verður ov heitur og turrur hjá fólki at búleikast á. Nøkur støð kunnu tó roknast við framhaldandi fara vera hóskandi hjá fólki, harímillum Skandinavia, Bretsku oyggjarnar og so nógvar […]