Fyri nøkrum vikum síðan var rokan úti á Frælsinum, tí yvir túsund børn komu til sjónleikin Grumma Grimhild á havsins botni. Hetta er leikrit sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr gjørdu yvir søgnina “Drongurin, ið burturtikin var av havfrúnni”. Leikritið er eisini týtt til onnur mál. Í øllum hesum rokanum royndi eg at fáa ymiskt meira jarðbundið frá hondini, meðan eg havi hugsað nógv um Biophilia-kappingina, sum koyrir í hesum døgum úti í skúlunum. Biophilia kappingin hevur til endamál at nýta aktivar og kreativar læruhættir og at arbeiða tvørfakligt. Royndi eisini at hyggja at sjónleikinum við teimum brillunum, og at taka støði bæði í áskoðarunum og í teimum […]
Allir skúlaflokkar í miðdeild – luttakið í Biophilia-kapping um vinningar fyri 100.000 krónur Gerið ta bestu tvørfakligu undirvísingargongdina og vísið hana í verki! Lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina. virðisløn er 50.000 kr. virðisløn er 30.000 kr. virðisløn er 20.000 kr. Allir 4., 5., og 6. flokkar og lærarar teirra í fólkaskúlanum kunnu taka lut í kappingini. Endamálið við kappingini er at eggja til tvørfakligt samstarv, sum skal menna fakligu og skapandi evnini og førleikarnar hjá næmingunum í fólkaskúlanum. Hvussu kunnu eitt nú føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni og listalærugreinar í felag stuðla og vera fremjandi […]
Tað kom fyri viðhvørt at vit høvdu grind og spik til døgverða tá eg var barn í sekstiárunum. Hendingaferð, tí heima hjá okkum var eingin sum fór í grind. So helst hava vit allan mín barndóm hildið okkum væl niðanfyri tær tilmælingar, sum heilsumyndugleikarnir komu við eftir at kanningar av heilum árgangum av føroyskum børnum vístu, at samband er millum nøgdina av kyksilvuri í mammuni og hvussu væl fyri børnini eru. Eitt øvut samband, har nógv kyksilvur í nalvastronginum merkir vanda fyri at barnið ikki er líka væl fyri sum tá lítil kyksilvur er. Tá eg gekk í studentaskúla át eg døgverða á skúlanum, og nú fekk eg grind og […]
Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015 “Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.” Soleiðis varð Biophilia verkætlanin lýst í skánni til Mentanarnáttina 2015. Tað týdningarmesta í hesum teksti man vera yvirskriftin – kom syngjandi til vitan, ella spæl teg til vitan. Tí tað gera vit í alt ov lítlan mun, hóast vit leingi hava vitað, at tað er hugurin ið drívur verkið! Og hevur tú ikki hug, so man […]
Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, men hvørjar eru avleiðingarnar av rákinum fyri einstaklingar, útbúgvingarverk, og stovnar í Norðurlondum var høvuðsspurningurin á granskingarráðstevnu innan útbúgving í Göteborg. Frágreiðing frá NERA 2015 ráðstevnu NERA stendur fyri Nordic Educational Research Assosiation, og skipar fyri ráðstevnu eina ferð um árið. Ráðstevnan skiftir millum norðurlendsku londini – og innanlands skiftir hon millum ymsu universitetini. Í ár var hon í Göteborg í Svøríki, og komandi ár verður hon í Helsinki í Finnlandi. Tá útbúgving gerst søluvøra Høvuðsevnið á ráðstevnuni í ár var “Marketisation and Differentiation in Education”. Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, og útbúgvingarstovnar laga seg til tey sum hava […]
Fyrilestur hildin á vísindavøku 26. september 2014 Góðan dagin – Eg eiti Erla Olsen, eri lívfrøðingur og eg arbeiði á Námsvísindadeildini. Eg fari nú tað komandi korterið at siga eitt sindur um soppar. Vanliga, tá eg fari í holt við hetta evnið, so plagi eg at spyrja, hvat áhoyrararnir hugsa tá teir hoyra orðið soppur. Tað hava vit ikki stundir til nú, so ístaðin fari eg at nevna tað sum tey plaga at siga. Fyrst av øllum plaga tey at siga blámusoppur, og tað er við einum sindri av óunna at hetta verður sagt. Ofta nevna tey soppafongdar skúlar eisini. Síðan plaga fólk at hugsa um hundalond – ikki so […]
Heima hjá okkum er eitt fyribrigdi sum eitur “Koltursmyndir”. Hetta eru landslagsmyndir tiknar við fototóli, og sum helst svara rættiliga væl til tað, sum innan málningar á donskum verður nevnt “sofastykki” – endamálið er at fanga okkurt ljós- ella veðurfyribrigdi, ella kanska bert at lýsa eitt vakurt landslag, men ikki at lýsa fólk ella hendingar. Vit búðu á Velbastað í nógv ár, og øll hesi árini vóru vit vælsignað við tí framúr vakra útsýninum yvir á Hest, Koltur og vestur í Vágarnar. Við hvørt í dýrd, men útsýnið var minst líka hugtakandi í ódnarveðri. Og allatíðina lá Koltur har, skapið broytist alt eftir hvar tú ert stødd. Haldi at Koltur […]
Áseyðatalið hevur verið rættiliga støðugt í langa tíð, meðan nógv onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu nógv bit eitt lendi tolir, eru rættiliga óstøðug. Hetta eru viðurskifti sum granskarar, ráðgevar og bøndur hava viðgjørt á norðurlendskari verkstovu, og yvirskipaða niðurstøðan er, at bitið eigur at tillagast til gagns fyri bæði lendi, kjøtgóðsku og eisini fyri at halda altjóða sáttmálar, sum londini hava undirskrivað. Hesir altjóða sáttmálarnir fevna m.a. um lívfrøðiligt fjølbroytni, burðardygga menning, og skerjing av útláti av veðurlagsgassum. Bit ávirkar hvørjar plantur vaksa, og serliga eru tað grøs sum taka seg fram í lendi, har munandi bit er. Summi grøs eru føðslubetri enn onnur, og her […]
Happy soil day! Today, Dec. 5th, er the international soil day. A day devoted healty and fertile soils. The day is proposed by FAO, the food and agriculture organisation within United Nation, realising that soil is not a sustainable resource, when considering the lifespan of human beings. From this follows that if we spoil the land, then the soil will need so long time to recover, that it will not be within our lifetime. A visible example of this is a story in the Faroese popular science magasin “Frøði” (nr. 2, 2013), where the botanist Anna Maria Fosaa writes about a study from an enclosure, that when established was quite […]
James Watson og David Micklos Var á eini frálíkari FarGen ráðstevnu herfyri, og tá var henda upptøkan víst (trýst á myndina ella leinkið omanfyri). Hetta var sum “endurgjald” fyri at James Watson av heilsuávum ikki sá seg føran fyri at koma á ráðstevnuna, sum hann annars hevði ætlað. Ein fín samrøða. David Micklos, sum er tann sum hevur samrøðuna, var eisini við á ráðstevnuni, og harumframt skipaði hann fyri eini verkstovu fyri miðnámsskúlanæmingum um DNA tøkni. Hann er tikin í leikum, tí dagliga starv hansara er at vera leiðari á DNA Learning Centre, sum tekur ímóti túsundtals næmingum á hvørjum ári. Haldi at vit skulu eisini fara í gongd við […]