Broytingin frá líkasælu til tilvitaða undirtøku av grindadrápi

Tað kom fyri viðhvørt at vit høvdu grind og spik til døgverða tá eg var barn í sekstiárunum. Hendingaferð, tí heima hjá okkum var eingin sum fór í grind. So helst hava vit allan mín barndóm hildið okkum væl niðanfyri tær tilmælingar, sum heilsumyndugleikarnir komu við eftir at kanningar av heilum árgangum av føroyskum børnum vístu, at samband er millum nøgdina av kyksilvuri í mammuni og hvussu væl fyri børnini eru. Eitt øvut samband, har nógv kyksilvur í nalvastronginum merkir vanda fyri at barnið ikki er líka væl fyri sum tá lítil kyksilvur er. Tá eg gekk í studentaskúla át eg døgverða á skúlanum, og nú fekk eg grind og […]

Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Fyrilestur hildin á vísindavøku 26. september 2014 Góðan dagin – Eg eiti Erla Olsen, eri lívfrøðingur og eg arbeiði á Námsvísindadeildini. Eg fari nú tað komandi korterið at siga eitt sindur um soppar. Vanliga, tá eg fari í holt við hetta evnið, so plagi eg at spyrja, hvat áhoyrararnir hugsa tá teir hoyra orðið soppur. Tað hava vit ikki stundir til nú, so ístaðin fari eg at nevna tað sum tey plaga at siga. Fyrst av øllum plaga tey at siga blámusoppur, og tað er við einum sindri av óunna at hetta verður sagt. Ofta nevna tey soppafongdar skúlar eisini. Síðan plaga fólk at hugsa um hundalond – ikki so […]

Ein Kolturssøga um seyðabit

Ein Kolturssøga um seyðabit

Heima hjá okkum er eitt fyribrigdi sum eitur “Koltursmyndir”. Hetta eru landslagsmyndir tiknar við fototóli, og sum helst svara rættiliga væl til tað, sum innan málningar á donskum verður nevnt “sofastykki” – endamálið er at fanga okkurt ljós-  ella veðurfyribrigdi, ella kanska bert at lýsa eitt vakurt landslag, men ikki at lýsa fólk ella hendingar. Vit búðu á Velbastað í nógv ár, og øll hesi árini vóru vit vælsignað við tí framúr vakra útsýninum yvir á Hest, Koltur og vestur í Vágarnar. Við hvørt í dýrd, men útsýnið var minst líka hugtakandi í ódnarveðri. Og allatíðina lá Koltur har, skapið broytist alt eftir hvar tú ert stødd. Haldi at Koltur […]

Seyðabit viðgjørt á norðurlendskari verkstovu

Áseyðatalið hevur verið rættiliga støðugt í langa tíð, meðan nógv onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu nógv bit eitt lendi tolir, eru rættiliga óstøðug. Hetta eru viðurskifti sum granskarar, ráðgevar og bøndur hava viðgjørt á norðurlendskari verkstovu, og yvirskipaða niðurstøðan er, at bitið eigur at tillagast til gagns fyri bæði lendi, kjøtgóðsku og eisini fyri at halda altjóða sáttmálar, sum londini hava undirskrivað. Hesir altjóða sáttmálarnir fevna m.a. um lívfrøðiligt fjølbroytni, burðardygga menning, og skerjing av útláti av veðurlagsgassum.      Bit ávirkar hvørjar plantur vaksa, og serliga eru tað grøs sum taka seg fram í lendi, har munandi bit er. Summi grøs eru føðslubetri enn onnur, og her […]

Góðan molddag!

Góðan molddag!

Happy soil day! Today, Dec. 5th, er the international soil day. A day devoted healty and fertile soils. The day is proposed by FAO, the food and agriculture organisation within United Nation, realising that soil is not a sustainable resource, when considering the lifespan of human beings. From this follows that if we spoil the land, then the soil will need so long time to recover, that it will not be within our lifetime. A visible example of this is a story in the Faroese popular science magasin “Frøði” (nr. 2, 2013), where the botanist Anna Maria Fosaa writes about a study from an enclosure, that when established was quite […]

At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga í hvørki breyði ella havragrýnum, men tók ein stara. Tað var eitt øgiligt hvin og eymkan, og har sat ein smyril oman á einum stara, sum royndi at sprella nakað. So skjótt sum starin lá stillur fór smyrilin avstað, við staranum. Og eg? Eg fór eftir fototólinum. Var ov seint at fáa stillað fototólið inn […]

Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur verið, at seyðurin misti vitið beinanvegin, og tí onki føldi. Sigast skal tó, at gamli svævingarhátturin sær út til at hvørva saman við gomlu bóndunum, tí flestu yngru bøndir munnu skjóta seyðin fyrst. Nú hevur so onkur endiliga kunngjørt nakrar kanningar hesum viðvíkjandi, og niðurstøðan er, at djórini kunnu pínast í út við tveir minuttir […]

The End of the Line

Nú verður væntað at tað verður brúkarin sum fer at hjálpa heimsins niðurpíndu fiskastovnum. Ið hvussu er verður arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa brúkaran at krevja at fáa at vita, hvaðani fiskurin er, og um hann er úr einum burðardyggum stovni. Ein táttur í hesi gongd er dokumentarurin “The End of the Line”, sum hevur frumsýning nú í juni mánað. Høvuðstrupulleikin er, sambært filminum, tann stóri yvirkapasiteturin hjá flotanum. Tað eru heilt einfalt ov nógvar bátar sum veiða ov fáar fiskar. Í filminum verður gjørt upp við fatanina at havið er stórt, vakurt og ótømandi, samstundis sum víst verður á at tað ber til at hava burðardygga veiðu. Her […]

Fjøllini hava fepur!

Skulu vit fyrst finna og brenna alla olju á knøttinum, so er lítil vón fyri at halda væntaðu veðurlagsbroytingunum undir teimum 2°C, sum verður mett sum eitt vandamark. Tó borðreiddi løgmaður við teimum greiðu boðum, at Føroyar fara at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum, samstundis sum vit skulu fara undir oljuvinnu. Hetta var á fundinum hjá Innlendismálaráðnum 19. mai, har kunnað varð um fyrireikingarnar til eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu. Spurdur um landsstýrið hevði sett nakrar pengar av til at gera eina munandi minking, var svarið frá løgmanni greitt nei. Vit vita, at oljan ikki varar í allar ævir, og eisini tí er neyðugt at finna alternativar orkumøguleikar. Oljan er […]