Bábilsk rótaheiti

Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót? Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu […]

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi […]

Litføgur jólatrø í Brussel

Litføgur jólatrø í Brussel

Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at […]

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia. Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna […]

Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir […]

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin […]

Tvímerkja tjóð

Grundlógardagur er, og landsstýrið flaggar við Dannebrog! Eg fái beinanvegin kensluna av, at hetta er skeivt, og niðrandi fyri meg. Dannebrog á føroyskari grund er eitt fornermilsi, og at landsstýrið flaggar við Dannebrog er at leggja seg skerflatan – soleiðis er ið hvussu er mín kensla. Eg havi so seinni í dag fingið at vita, […]

Drukna grønlendingar nakrantíð?

Sambært portalinum hjá Sosialinum/Føroya Tele í dag, 17. januar 2009, druknaðu tveir danskir sjómenn tá ein jolla teir vóru farnir í koppaði. Hendingin fór fram  sunnan fyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi, og menninir sigldu við einum tangaskipi sum sigldi við olju til Grønlands, og vóru sostatt ikki heimahoyrandi í Grønlandi. Ein syrgilig søga, men hetta brotið […]

Tey forbodnu jólini

Nú jól skulu haldast í Aberdeen helt eg tað vera stuttligt at finna fram til onkrar serstakar skotskar jólasiðir. Eg varð tó ikki sørt bilsin at finna sum tað fyrsta, at jólini eru eitt nýtt fyribrigdi, og at tey vórðu forboðin í sambandi við reformatiónina. Ymisk er at finna um hesi viðurskifti, m.a. fingu bakarar […]