Seyðabit viðgjørt á norðurlendskari verkstovu

Áseyðatalið hevur verið rættiliga støðugt í langa tíð, meðan nógv onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu nógv bit eitt lendi tolir, eru rættiliga óstøðug. Hetta eru viðurskifti sum granskarar, ráðgevar og bøndur hava viðgjørt á norðurlendskari verkstovu, og yvirskipaða niðurstøðan er, at bitið eigur at tillagast til gagns fyri bæði lendi, kjøtgóðsku og eisini fyri at halda altjóða sáttmálar, sum londini hava undirskrivað. Hesir altjóða sáttmálarnir fevna m.a. um lívfrøðiligt fjølbroytni, burðardygga menning, og skerjing av útláti av veðurlagsgassum.      Bit ávirkar hvørjar plantur vaksa, og serliga eru tað grøs sum taka seg fram í lendi, har munandi bit er. Summi grøs eru føðslubetri enn onnur, og her […]