Tølandi marionettdreymamyndir

Tað sum eg higartil kenni til marionettleik er slíkt eg havi lisið í bókum, umframt kanska okkurt stutt brot í onkrum filmi. Tí var tað sera spennandi at byrja ólavsøkuna 2016 við at fara til “Dansa so væl og leingi” hjá Rakel Helmsdal, bæði fyri at síggja hvussu tað tekniskt verður gjørt, hvussu marionettleikur upplivast, og so sjálvandi at uppliva sjálvan leikin. Talan er um eina søgu til vaksin, sum eisini kann sigast fyri børnum. Eg hevði einki barn við mær, so eg veit ikki at siga, hvat børn fáa burtur úr sjálvari søguni, men tey sótu sum á nálum og fylgdu leikinum. Marionettleikur er sera gomul tøkni, og setur […]