Læran frá Grummu Grimhild

Læran frá Grummu Grimhild

 Fyri nøkrum vikum síðan var rokan úti á Frælsinum, tí yvir túsund børn komu til sjónleikin Grumma Grimhild á havsins botni. Hetta er leikrit sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr gjørdu yvir søgnina “Drongurin, ið burturtikin var av havfrúnni”. Leikritið er eisini týtt til onnur mál.             Í øllum hesum rokanum royndi eg at fáa ymiskt meira jarðbundið frá hondini, meðan eg havi hugsað nógv um Biophilia-kappingina, sum koyrir í hesum døgum úti í skúlunum.             Biophilia kappingin hevur til endamál at nýta aktivar og kreativar læruhættir og at arbeiða tvørfakligt. Royndi eisini at hyggja at sjónleikinum við teimum brillunum, og at taka støði bæði í áskoðarunum og í teimum […]