Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg bleiv skrivað uppá ein “kanska-lista” kl. 14, og bílegði eisini pláss at fara inn aftur kl. 23. Eg fekk tó at vita, at tað var eingin trupulleiki at sleppa inn aftur, tí stórur partur av teimum, sum fóru út í Mykines á fólkatónleikastevnu, ætlaðu sær ongan veg inn aftur sama kvøld. Komin út í Mykines […]