Home » Entries posted by Erla Brekkustova (Page 5)

Knotur í íslendingum

Knotur í íslendingum

Uttan at taka støðu til hvør er rætta loysnin í Icesave málinum, so haldi eg at íslendingar eru ein fyrimynd tá tað ræður um at standa saman – og at tora at seta seg uppímóti teimum “stóru”.

At fóðra smyrlar

At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga […]

Ljós á málið ella kelduna?

Ljós á málið ella kelduna?

Gamalt var at pressan vardi sínar keldur, og út frá upplýsingum frá keldunum skrivaðu tey søguna. Hetta handverkið tykjast fjølmiðlarnir ikki at duga í dag, nú skulu tey bara endurgeva tað sum ein kelda sigur. Spurningurin er um hetta kemst av mentalum leti, ella um tøgnmentanin eisini hevur rakt føroysku fjølmiðlarnar.

Náttúrunnar sniðendurnýtsla

Náttúrunnar sniðendurnýtsla

– ella spælifilmurin um Paul Watson, sum als ikki hevði brúk fyri Paul Watson Ofta havi eg hoyrt sagt, at tað loysir seg ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin ella hjólið eina ferð afturat, og nakað er um tað. Rendi meg í hesa myndina í sambandi við ein franskan film við myndum frá havins botni. […]

Einans drumbar og ross arbeiða

Einans drumbar og ross arbeiða

Hugleiðingar meðan beinkrímið leikar í

Blátíta skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð

Ein tann vanligasti títan í Evropa er nú eisini skrásett í Føroyum. Talan er um litføgru blátítuna. Hon varð sædd í einum runni uttanfyri mína skrivstovu tann 6. desember 2010.

Miðal millum tey minni mentu

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um […]

Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir […]

The root of preventing all illness

The root of preventing all illness

Nothing beats a strong curry dish – and I mean really strong. And it only gets better knowing that it not only tastes great but also contains a substance said to help prevent cancer, Alzheimer’s, dementia, arthritis, and diabetes. The substance in question is curcumin, which is found in turmeric. This is the spice that […]

Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur […]