Í leysum lofti um molan

Italska sunnudagsblaðið Domenica del Corriere (Sunnudagsberin) bar 9. februar í 1964 eina forvitnisliga søgu úr Havn, um ein bretskan trolara sum bleiv slongdur upp um molan.

Domencia del Corriera kom út frá 1899 til 1989. Í fimtiárunum var blaðið størsta vikublaðið í Italia, við einum upplagi á 1,3 mill. eintøk tá tað var mest. Hetta talið minkaði í sjeytiárunum, tá kappingin við onnur bløð bleiv størri.

Søgan, sum her verður víst til, er frá 1964, t.v.s. meðan Domencia del Corriere enn var í hæddini. Harumframt stóð søgan væl fyri á allari baksíðuni, so nógv fólk munnu hava sæð hana.

Søgan er henda:

Trolarin “Hull City” kom inn í havnina í Tórshavn í Føroyum á heilt óhoyrdan hátt. Báturin fyrireikaði seg at fara inn í havnina, tá ein havalda við stórari megi lyfti bátin upp og blakaði hann inn um molan við síðuna av teimum skipum, sum longu lógu við bryggju. Sera merkisvert er, at “Hull City” fekk einans smávegis skaða av hendingini. (Tekningin er eftir W. Molino)

Walter Molino, 1915-1997, var ein kendur italskur myndprýðari, keiputekari og listamálari.

Fáar skrásetingar

Tað er lítið skrásett um hesa søguna, men onkrir stubbar eru tó skrivaðir. Heimasíðan “Ships Nostalgia” nevnir søguna, tá tey skriva um skipið “Hull City, men her siga tey einki um at tað var í havnini í Havn, men siga tvørturímóti, at tað var í “sundinum” millum Eysturoy og Streymoy, og talan var ikki um at leypa upp um molan, men upp um eitt riv:

In January 1964 there were reports from the Faeroe Islands that the HULL CITY had “jumped” a reef in the dangerous straight between Oesteroe & Stroemoe Islands. It was later revealed that she had remained water tight despite hitting the reef hard, and was making her way home to Grimsby with 1600 kits of fish onboard.[1]

Í Føroyum skrivaði Dimmalætting tann 22. januar 1964 ein stuttan stubba um hendingina, har tey siga at tað var í Sundunum, og at tað sum hendi var, at báturin rendi seg fastan á grynnuni norðan fyri Streymin, men slapp víðari vegna nógvu ferðina hann hevði. Sostatt leyp hann ikki um grynnuna, men fór pløgandi ígjøgnum hana:

Grimsby-trolari á land norður í Sundunum. Mánadagin um middagsleitið kom stórur Grimsby-trolari “Hull City”, fyri fulla ferð suður gjøgnum Sundini, og rendi hann seg fastan á grynnuna norðan fyri Streymin – og fór tvørtur um, so stóra ferð hevði hann. Hetta var á hægstu flóð. Avafturkomin sigldi trolarin norður um aftur og legði seg norðan fyri Langasand, har kannað var um hann lak. Tað tyktist ikki, og skiparin gjørdi tí av at sleppa sær til havs aftur og halda leiðina beinleiðis til Grimsby.

“Hull City” (711 bruttotons, bygdur í 1953) kom av Íslandsveiðu og hevði inni 1700 kit. Hetta er ein av teimum størru langfaratrolarunum hjá felagnum Consolidated Fisheries Ltd. Í Grimsby. [2]

Í frásagnunum er ein lítil munur av veiðunøgdini, har føroyska frágreiðingin sigur 1700 kit, meðan tann enska sigur 1600 kit. Eitt kit svarar til 140 pund.

Niðurstøða: Alt byrjaði við at ein trolari sigldi við fullari ferð gjøgnum grunt vatn og tók við botn. Í Onglandi bleiv søgan til, at báturin leyp um flesjar, meðan í Italia bleiv søgan stórtíðindi, har trolarin leyp upp um molan í Havn og til alla eydnu hvørki rakti arbeiðsfólk ella aðrar bátar sum lógu í havnini.

Italska søgan er helst munandi meira dramatisk enn tað, sum hendi í veruleikanum. Tó eru framúr góða tekningin hjá Walter Molino og lívliga lýsingin í italska blaðnum so avgjørt verdar eitt sindur av skrøggi til at lýsa tað drama, sum helst hevur verið eina lítla løtu.


[2] Dimmalætting, 22. januar 1964, s. 4 (undir Tíðindii innanoyggja)


[1] https://www.shipsnostalgia.com/media/hull-city.82312/

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.