PISA – eitt amboð hjá myndugleikum

Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar kanningar, ið so hissini verða gjørdar, bæði vísindaligar og fólksligar, og sum í mun til PISA, geva okkara kæra ungdómi betri skotsmál í ávísum førleikum – eitt nú stílskriving á enskum – enn sjálvt tey bestu PISA-londini megna at røkka. PISA er ein skipan, ið leggur seg eftir at døma lond á einum javnsettum grundarlag, hóast vit vita, at stórur munur er á londum, bæði so og so. PISA er tí fyrst og fremst ætlað sum eitt amboð hjá teimum stýrandi og játtandi myndugleikunum at brúka í tilrættisleggingini av skúlaskipanini í teimum luttakandi londunum. Her mugu bæði landsmyndugleikar, staðbundnir myndugleikar og skúlaleiðslur taka ein virknan lut og fyrst av øllum kunna seg um týdningin av hesum felags altjóða amboði, sum PISA nú einaferð er.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.