Vísindaligt tilfar til døgurða!

Hóast, ella júst tí at eg fáist við soppar, geri eg ikki nógv av at fara út at henta fyri at eta teir. Hetta er serliga tí at tað altíð er vandi fyri at eyðmerkja onkran sopp skeivt. Eisini vísir tað seg, at “nýggjar kanningar vísa” at summir soppar, sum fyrr vórðu hildnir vera góðir matsoppar, í ávísum førum kunnu vera eitrandi. Hetta er ivaleyst tí at har eru fleiri sløg sum síggja heilt eins út. Í sambandi við verkætlanina at kanna hundalond í plantasjunum í Havn havi eg havt ta prinsipp, at tilfarið skal mátast, vigast og turkast fyri síðani at verða goymt. Hetta gevur møguleika seinni at eftirkanna […]

Javnrættindi og kvalifikatiónir

Sambært Portalinum siga formenninir hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum báðir at flokkarnir ikki velja landsstýrisfólk eftir kyni, men at tað skulu vera tey best egnaðu fólkini við teimum bestu kvalifikatiónunum. Man henda fortreytin eisini vera galdandi um tað vísir seg, at best hóskandi fólkið ikki hevur rætta politiska litin, ella møguliga er litleyst? Eg ivist!