Home » 2015

Um eg var eitt valevni, so høvdu hesi verið míni persónligu vallyfti

Granskingargrunnurin skal nú beinanvegin hava dupulta játtan, soleiðis at vit hava 14 mill. kr. á hvørjum ári at granska fyri, heldur enn knappar 7 mill. Seinasta samgongan lækkaði játtanina! Vit mugu finna útvegir fyri at fáa nýggju sløgini av heilivági frá øðrum londum, t.d. Noregi ella Bretlandi, ístaðin fyri úr Danmørk, har tey eftir øllum […]

Broytingin frá líkasælu til tilvitaða undirtøku av grindadrápi

Tað kom fyri viðhvørt at vit høvdu grind og spik til døgverða tá eg var barn í sekstiárunum. Hendingaferð, tí heima hjá okkum var eingin sum fór í grind. So helst hava vit allan mín barndóm hildið okkum væl niðanfyri tær tilmælingar, sum heilsumyndugleikarnir komu við eftir at kanningar av heilum árgangum av føroyskum børnum […]

Kom syngjandi til vitan

Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015   “Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.” Soleiðis […]

Mótmæli og broytingaruppskot

Mótmæli av ætlaðu byggisamtyktini fyri útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki Broytingaruppskot: Byggið eina “landshavn” uttanfyri bygt øki onkustaðni í miðstaðarøkinum – eftir leistinum við Gomlu Rætt.    Punkt 1 – Eitt risaídnaðarøki kroystast inn í miðbýin Ætlanirnar eru ikki bert at hava eina lokalhavn fyri Tórshavn/Føroyar, men fyri alt Norðuratlantshav. Hetta ynski er m.a. […]

Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, men hvørjar eru avleiðingarnar av rákinum fyri einstaklingar, útbúgvingarverk, og stovnar í Norðurlondum var høvuðsspurningurin á granskingarráðstevnu innan útbúgving í Göteborg. Frágreiðing frá NERA 2015 ráðstevnu NERA stendur fyri Nordic Educational Research Assosiation, og skipar fyri ráðstevnu eina ferð um árið. Ráðstevnan skiftir millum norðurlendsku londini – […]

Bábilsk rótaheiti

Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót? Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu […]