Um eg var eitt valevni, so høvdu hesi verið míni persónligu vallyfti

  • Granskingargrunnurin skal nú beinanvegin hava dupulta játtan, soleiðis at vit hava 14 mill. kr. á hvørjum ári at granska fyri, heldur enn knappar 7 mill. Seinasta samgongan lækkaði játtanina!
  • Vit mugu finna útvegir fyri at fáa nýggju sløgini av heilivági frá øðrum londum, t.d. Noregi ella Bretlandi, ístaðin fyri úr Danmørk, har tey eftir øllum at døma ikki leggja í at samráðast um prís. Segði nakar loysing/fullveldi?
  • Læraraútbúgvingin skal uppstigast, soleiðis at núverandi útbúgving klekir lærarar sum kunnu undirvísa upp til 6-7 flokk, meðan fyri at kunna undirvísa í framhaldsdeild, so krevst masterútbúgving. Hetta gerst antin við at taka Master í Education eftir ein fakligan bachelor (antin máli og bókmentum, samfelagsvísindum, náttúruvísindum, ítrótti ella øðrum hóskandi fakum), ella við at taka ein fakligan MA ella MS um tey hava eina BEd. – T.v.s. at lærarar í framhaldsdeild skulu hava eina holla fakliga vitan umframt duga frálæruhandverkið.
  • Á sama hátt skulu vit fáa eina journalistútbúgving á masterstigi – hon skal vera treytað bæði av fakligari vitan umframt journalistiska handverkinum.
  • Vit skulu hava eina nýggja og munadygga náttúru- og umhvørvisverndarlóg, sum krevur at vit umsita alt náttúrutilfeingi burðardygt, og verjir bæði náttúru og mentanararv.
  • Farið verður undir at rigga gamla venjingarskúlan og læraraskúlan til Fróðskaparsetur, har øll miðøkini verða innilokað til starvsstovur, verkstovur, tónleika- og sjónleikahøli, bókasavn/søvn og studentalesikrókar, filmshøli, og fyri ikki um at tala eisini eina setursbarr.
  • Fólk verður sett – á Fróðskaparsetrinum ella einum samskipandi stovni – sum hevur til uppgávu at søkja um verkætlanarpengar saman við føroyskum granskarum, umframt at fylgja við verkætlanum, soleiðis at teir granskarar, sum verða knýttir at verkætlanum, sum fígging fæst til, ikki drukna í fyrisitingarligum uppgávum, og harvið ikki megna at avgreiða ta gransking sum skal til.
  • Fólkaskúlin skal leggja seg eftir tvørfakligari undirvísing. Møguleiki er fyri tí sum er, men fyri at stuðla undir hetta verða vegleiðingar gjørdar og stuðul veittur í avmarkaða tíð.
  • Partur av treytunum fyri at fáa ali- og fiskiloyvi verður, at virkið bindir seg til at granska í menning av vørunum, soleiðis at rávøra ikki verður einasti útflutningurin. Eisini skulu virkini byggja upp vitanarstørv – og luttaka í vaksnamannaútbúgving, soleiðis at øll starvsfólk í ali- og fiskivinnuni fingu útbúgvingartilboð regluliga.
  • Og sjálvandi – eingi mál eru so etisk, at tey ikki kunnu viðgerast!

Tað er líka við at vit fóru at vinna pengar sum samfelag um míni vallyfti vunnu frama.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)