Fyri einum ári síðan hildu vit páskir í Krakow, og langa fríggjadag vóru vit í Auschwitz. Langi fríggjadagur hevur altíð verið ein dapur dagur í mínum huga, og hóskaði tí væl til at vitja ilgitnu týningarleguna. Ferðin til Auschwitz og Birkenau var samstundis ein ferð aftur til livandi frásagnirnar frá pólsku nunnunum í St. Frans skúla í sekstiárunum. Væl hevur verið sagt frá, tí hóast eg ikki hevði fyrireikað meg til vitjanina, so var tað júst sum frásagt, og einki kom óvart á. Serliga væl mintist eg søguna um prestin Kolbe, sum bjóðaði seg fram at taka revsing fyri ein annan. Revsingin var at svølta í hel í einum kjallara […]