Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Fyri einum ári síðan hildu vit páskir í Krakow, og langa fríggjadag vóru vit í Auschwitz. Langi fríggjadagur hevur altíð verið ein dapur dagur í mínum huga, og hóskaði tí væl til at vitja ilgitnu týningarleguna.

Ferðin til Auschwitz og Birkenau var samstundis ein ferð aftur til livandi frásagnirnar frá pólsku nunnunum í St. Frans skúla í sekstiárunum. Væl hevur verið sagt frá, tí hóast eg ikki hevði fyrireikað meg til vitjanina, so var tað júst sum frásagt, og einki kom óvart á.

Serliga væl mintist eg søguna um prestin Kolbe, sum bjóðaði seg fram at taka revsing fyri ein annan. Revsingin var at svølta í hel í einum kjallara í einum av húsunum í Auschwitz. Vit vóru í hesum kjallaranum, sum heild sera óunniligur, men ein minnisklivi var gjørdur um prestin Kolbe, og hesin lýsti í myrkrinum heilt aftur til skúlabeinkin í sekstiárunum í Havn.

Minnisklivi um prestin Maximilian Kolbe. Vitjandi vóru biðin um ikki at taka myndir av klivanum, so henda er lænt frá netinum, frá Dnalor 01 – Own work, CC BY-SA 3.0 at, https://commons.wikimedia.org/w/index.php?curid=38064226

Vitjanin í Auschwitz og Birkenau var effektiv. Vit vóru heintað í minibussum og koyrd til Auschwitz, har vit vórðu sett saman í størri hópar við ferðaleiðara, sum rættiliga militant “rak” okkum sum eina skipaða gongu ígjøgnum Auschwitz, har vit fingu frágreitt um royndarstovuna Auschwitz, sum var grundarlag fyri “framleiðslueindini” Birkenau. – Alt gekk upp á stás, og vit lótu okkum reka í floyminum frá einum bygningi í annan, og ígjøgnum gongir framvið klivum og hølum við framsýningarlutum. Til bar ikki at steðga, tí har vóru so nógv fólk allastaðni, og steðgaðu vit á, so skumpaðu tey aftanfyri undir. Ikki sørt at tú fekst kenslu av, hvussu tað kundi havt verið har.

Á veg inn í trongan, undir skeltið “Arbeit macht frei”. Ongin frægari mynd er av gonguni, tí umstøður vóru ikki at taka myndir við tí vinklinum.

Tað er ræðandi at síggja, hvussu lættliga vit lata okkum reka, og lata fara framvið ymist, sum vit kundu hugsað okkum at drála við, men sum ikki hóskar til mannastreymin vit eru í. Í Birkenau tykist munandi fríari, helst tí her eru størri víddir, men tó er her uppaftur meira dapurt enn Auschwitz. Tá Birkenau var virkið var trongligt, tí einir 400-1000 fangar búðu í hvørjari barakk. Vit fingu at vita, at barakkirnar vóru kopi av týskum hestafjósum, sum kundu húsa 51 rossum. Her var stórrakstur, eingin vón, og eingin virðing. Hvussu ber tað til at vit lata slíkt um okkum ganga?

Her var pláss fyri túsund fangum, men bert 51 rossum.

Ein uggi var at síggja minnispláturnar sum ymsu londini høvdu sett upp til áminningar. Og tó! Havandi í huga, at síðan seinna heimsbardaga hava verið nógvar fólkatýningar av ymsum slagi, er hesin uggin eitt sindur ivasamur. Hvat er tað við okkum menniskjum sum ger, at slíkt ber til, og er nøkur vón?

Norska minnisplátan og ávaringin til mannaættina.

Um samanborið verður við fantasisøgur, sum ofta snúgva seg um stríðið millum tað ónda og tað góða, so vísir tað seg altíð í søgunum, at har er vón, og í vónini liggur, at tað er nøkur fólk, sum hava vilja at standa í móti, og dirvi at stríðast ímóti.

Og soleiðis er eisini í søguni um týningarlegurnar í Auschwitz. Atknýttar eru nógvar søgur um fólk í samfelagnum kring legurnar, sum ikki góðtóku hvussu fólk vórðu viðfarin í týningarlegunum, men aktivt hjálptu teimum sum sótu inni. Nógv av teimum vórðu av tí sama sjálvi tikin og avrættað.

“Ludzie dobrej woli” ella “Fólk við góðum vilja” er bók til minnis um 1229 fólk í nærumhvørvinum av týdningarlegunum sum á ymsar mátar settu sítt lív í váða fyri at hjálpa fangunum.

Páskaboðskapurin frá pávanum var um júst hetta sama: Vit mugu samstarva um felags ágóðar, samstundis sum vit ikki kunnu góðtaka líkasælu, sjálvgóðsku og ósemjur. Og vit kunnu ikki loyva okkum at gloyma tey sum í hesum døgum liva undir ótolandi umstøðum vegna kríggj, fátækradømi og sjúkur. Vónin er at vit hava umsorgan fyri teimum í okkara samtíð!

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.