Public Service Kringvarp

Øll eiga Kringvarpið, og tað almenna varðar av tí. Skal vatntætt skott vera millum Kringvarpið og almennu fyrisitingina, og skal Kringvarpið hava líkinda karmar og umstøður at virka undir, er ein Public Service Sáttmáli (PSS) millum fyrisitingina og stovnin lívsneyðugur. Í einum PSS verður fyrisitingin at gera neyvar orðingar um, hvat almenningurin væntar sær av Kringvarpinum. Sjálvandi vilja ávísir fólkavaldir politikarar sleppa at seta síni fingramerki á ein sovorðnan sáttmála, tí tað eru jú politikararnir, sum skulu raðfesta játtanirnar og áseta lurtara/hyggjara-gjøld, ið eru grundarlag undir hesum sama sáttmála. Við einum PSS fáa politikarar okkara høvi at siga, hvat teir vilja og ynskja við okkara almenna Kringvarpi, og teir fara […]