Public Service Kringvarp

Øll eiga Kringvarpið, og tað almenna varðar av tí. Skal vatntætt skott vera millum Kringvarpið og almennu fyrisitingina, og skal Kringvarpið hava líkinda karmar og umstøður at virka undir, er ein Public Service Sáttmáli (PSS) millum fyrisitingina og stovnin lívsneyðugur. Í einum PSS verður fyrisitingin at gera neyvar orðingar um, hvat almenningurin væntar sær av Kringvarpinum. Sjálvandi vilja ávísir fólkavaldir politikarar sleppa at seta síni fingramerki á ein sovorðnan sáttmála, tí tað eru jú politikararnir, sum skulu raðfesta játtanirnar og áseta lurtara/hyggjara-gjøld, ið eru grundarlag undir hesum sama sáttmála.

Við einum PSS fáa politikarar okkara høvi at siga, hvat teir vilja og ynskja við okkara almenna Kringvarpi, og teir fara ikki at liggja á teirri latu síðuni. Samstundis skulu teir viga og meta um virði á hesum ynskjum og krøvum í krónum og oyrum. Føroysk mentan hevur liðið undir, at Kringvarpið – serliga sjónvarpið – hevur verið mergsogið fíggjarliga. Tað er ikki rætt, at Kringvarpið skal fáa eini 20-30%  av síni fíggjarætlan goldin við lýsingainntøkum og eydnuspæli. Hetta sigur okkum so mikið sum, at vit ikki hava við ein PS-stovn at gera, men heldur ein stovn, sum er ov tætt knýttur at peningaligum áhugamálum og tí ikki megnar at leggja alla orku í at tæna almenninginum, lurtarum/hyggjarum og samfelagnum nóg væl.

Skulu vit fáa líkinda sendingar í sjónvarpi og útvarpi, verður neyðugt at játta Kringvarpinum, um ikki allan, so ein munandi part av fíggjartørvinum á fíggjarløgtingslógini (skattainntøkur). Tá kunnu vit eisini krevja av Kringvarpinum, at tey í minsta lagi lata verða við at raðfesta óviðkomandi hendingar og tiltøk, ið eru at meta sum ber og blonk ífylla. Vit mugu sum lurtarar og hyggjar kunna krevja, at tað, sum sent verður er av almennum áhuga og er alment viðkomandi. Nógv av tilfarinum í morgunsendingunum kann ikki sigast at standa mát við tað, sum eitt PS-Kringvarp eigur at senda.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)