Veðurlagsbroytingar: Stórt føroyskt metanútlát – Skulu vit hava kengurur heldur enn seyð?
Smakkar væl, nakað sum hjørtur. Søgan sigur tó onki um hvørt kengurur rigga sum skerpikjøt.
Keldur til metan er fyrst og fremst smáverur sum virka uttan oxygen. Hesar eru nógvar í vátari mold, men eru eisini í jóturdjórum, so sum neyt og seyði. Hesi alidjór verða mett sum ein megin kelda til metanútlát (tað gongur av báðum endum hjá teimum).
Rendi meg í eitt tilmæli um at gevast við at eta neyt og seyð, men heldur at halda seg til kengurur, tí tað minkar um metanútlátið. Tað hevði broytt raksturin nakað, vænti eg, um vit skuldu fingið kengurur í rætt heldur enn seyð!
Hinvegin, so fer kanska einaferð í framtíðini at koma eitt altjóða krav, at vit minka um seyðastovnin fyri á tann hátt at minka um útlátið av veðurlagsgassum.
Sí BBC søguna:
http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/7551125.stm