Ein Kolturssøga um seyðabit

Ein Kolturssøga um seyðabit

Heima hjá okkum er eitt fyribrigdi sum eitur “Koltursmyndir”. Hetta eru landslagsmyndir tiknar við fototóli, og sum helst svara rættiliga væl til tað, sum innan málningar á donskum verður nevnt “sofastykki” – endamálið er at fanga okkurt ljós-  ella veðurfyribrigdi, ella kanska bert at lýsa eitt vakurt landslag, men ikki at lýsa fólk ella hendingar.

Vit búðu á Velbastað í nógv ár, og øll hesi árini vóru vit vælsignað við tí framúr vakra útsýninum yvir á Hest, Koltur og vestur í Vágarnar. Við hvørt í dýrd, men útsýnið var minst líka hugtakandi í ódnarveðri.

Koltur av Velbastað.
Koltur av Velbastað.

Og allatíðina lá Koltur har, skapið broytist alt eftir hvar tú ert stødd. Haldi at Koltur man vera ein tann mest broytiliga føroyska oyggin.

Í fyrstuni eftir at vit vóru flutt til Velbastaðar var altíð ljós í Koltri – í tveimum býlingum, og eg hugsaði ikki so nógv um, hvørt tað mundi vera einsligt at búgva har úti, og hvussu umstøðurnar annars vóru. Tað tóktist so vanligt – og tó var eg ongantíð har úti, hóast ferðasamband var.

Helst hava umstøðurnar ikki verið tíðarhóskandi, ella kanska hevur tað verið ov einsligt, tí við eitt so varð sløkt í tí eina býlinginum, og nú var bert eitt ljós eftir í Koltri. Eitt rættiliga ítøkilig ímynd av, at tað helst eisini var einsligt har úti – og tað var eisini við til at økja mítt meðvit um júst hetta at vera einsamøll á eini oyggj. Hevði helst verið spennandi um summarið, men í mínum hugaheimi hevði tað verið rættiliga trøllsligt um veturin, myrkarædd sum eg eri.

So sløknaði síðsta ljósið í Koltri í 1989 – og oyggin lá myrk. Ongi fólk, einans seyður og fuglur á hesi grønu oyggj. Onkursvegna var tað ikki líka unniligt at hyggja út á kvøldi og einki síggja – ljósini høvdu fyri mær verið vitar, sum eg brúkti at miða meg eftir í myrkrinum.

Eingi fólk, eingin bóndi og tá var tað, at fólk á Náttúrugripasavninum komu við einum sera spennandi hugskoti: Hvussu høvdu Føroyar sæð út um eingin seyður var, og heldur eingi fólk – bar til at fáa eina oyggj sum kanningarøki? Fyrimunirnir við eini oyggj eru eygsýndir, tí annars má hegnast, og hóast væl er hegnað, so er altíð vandi fyri at onkur seyður smýgur sær innum girðingina – grasið er sjálvandi altíð grønari hinumegin. So umframt hegn so er eisini neyðugt við ansingarfólki, sum eisini ávirka lendið.

Náttúrugripasavnið søkti um at festa Koltur, og legði fram eina ætlan at gera beint tvørturímóti tí, sum annars er ætlanin við einum festi, nevniliga at taka alla framleiðslu av, og ístaðin at hava eina náttúruvísindaliga granskingarstøð í Koltri.

Sera spennandi ætlan, og hevði hon verið sett í gildi tá, so høvdu ivaleyst nøkur úrslit verið at sæð nú, 25 ár seinni. Sjálv meti eg hetta uppskot sum eitt markamót hjá mær sjálvari, tí áðrenn hevði eg als ikki hugsað møguleikan, at vit kundu hava eitt øki í Føroyum uttan seyð. Kendi ikki til annað, og metti at seyðabit var ein sjálvsøgd náttúrulóg. Tí harmaðist eg eitt sindur, tá granskingarstøðin ikki bleiv veruleiki, men tey heldur valdu at Koltur framhaldandi skuldi vera eitt vanligt festi.

Tíðin tá legði upp til, at slíkar kanningar skuldu gerast við fullkomnari friðing – og sjálvandi, um spurningurin var hvussu Føroyar høvdu sæð út uttan seyð og fólk, so var ein friðað Koltur ein upplagdur møguleiki.

Nógvar kanningar, eisini mínar egnu, hava tó víst, at eitt avmarkað bit helst er tað besta, um ætlanin er at hava so stórt lívfrøðiligt fjølbroytni sum gjørligt. Er einki bit, so eru tað serliga stóru planturnar, so sum runnar og smærri trø sum taka plássið, og skugga fyri smærru urtunum, so tær ikki koma fyri seg. So er spurningurin, um hetta eisini hevði hent úti í Koltri, ella um vesturættirnar høvdu beint fyri stórum plantum. Tað vita vit ikki.

Tað sum vit vita er, at úti í Koltri hevur í longu nógv ár verið vistfrøðiligur landbúnaður, og vit vita eisini, at Koltur granskingarliga er sera áhugaverd, bæði fornfrøðiliga og lívfrøðiliga, við góðum møguleikum fyri tvørfakligum samstarvi.

Í mun til uppskotið um at friða Koltur fyri bæði fólk og fæ, so havi eisini eg flutt meg, og vóni so inniliga at vit fara at fáa ein tjóðargarð har úti fyri bæði fólk og fæ, tó við so mikið strangari reglugerð, at tamarhald fæst bæði á ferðafólki, seyði og øðrum fenaði og fyri ikki um at tala granskarum, sum øll jú royna at sleppa framat ágóðunum.

Koltur úr Syðradali.
Koltur úr Syðradali.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)