Bubbi og ungir jazzarar

Tað vísir seg ofta at tiltøkini fella saman, so tað verður neyðugt at velja og frávelja. Nú var valið millum 1. Veitslukvøld við ræstum rivum, 2. Jazzfestivalur við sjómeti, 3. Konsert við Bubba Morthens.
Atgongumerkini til Bubba vóru keypt langt síðani, og har var sum so onki ivamál. Men bæði røst riv og sjómeti eru forkunnugur matur, og tí skuldi konsertin við Bubba helst ikki gerast eitt vónbrot – eg skuldi helst ikki halda aftaná, at eg tað sama kundi verið farin til okkurt av hinum tiltøkunum.
Har var tó ongin vandi, Bubbi var fínur, og hann hevði nógv nýtt tilfar. Síðstu tíðina hevur hann framborið ein nýggjan sang hvørja viku í sambandi við mótmælistiltøkini í Reykjavík.
Evnið á konsertini var merkt av íslendsku bankakreppuni – og Bubbi nýtti høvi fleiri ferðir at nevna hvussu takksamir íslendingar eru fyri føroysku hjálpina.
Tað er helst Bubba líkt at vera við í mótmælistiltøkum, men hann man hava eina persónliga grund eisini. Ið hvussu er sigst, at hann hevur mist nógvan pening sjálvur.
Upprunaliga viðgjørdi Bubbi sosial mál og hevði stóra virðing millum manna fyri síni sjónarmið. Sambært grein hjá Klemens Ólafi frá 2004, nevnd Bubbi, Elvis og Judas, hevur Bubbi, eins og flestu aðrir íslendingar, verið væl og virðiliga við í gildinum. Í greinini verður lívsleiðin hjá Bubba og Elvis samanborin, og heldur høvundurin at tað líkist rættiliga nógv, báðir byrjaðu sum mótmælissangarar, men við góðu undirtøkuni mistu teir sambandið við teirra uppruna.
Um Bubbi hevur verið ov nógv uppi at flákra, so haldi eg at konsertin í Norðurlandahúsinum vísti, at hann hevur funnið aftur til røturnar.
Sjálvandi er altíð stuttligt at hoyra gomul kend løg, og tað var heilt týðiligt at áhoyrararnir fegnaðust um gomlu løgini – ofta meira enn um tey nýggju løgini. Haldi tó sjálv, at tey nýggju løgini vóru tey mest spennandi.
Eitt hjartasuff er tó, og tað er at sjónvarpið sleppur at taka upp eina heila konsert. Tað at upptøkur fara fram ger, at atlit verða tikin meira til tørvin hjá sjónvarpinum heldur enn at áskoðarin skal fáa sum mest burturúr. Ljóssetingin var ov bjørt, og tað ávirkaði ta visuellu upplivingina av pallmyndini. Harumframt forstýraði upptøkukranin, eg misti ið hvussu er fleiri ferðir fokus tí kranin fór skramblandi framvið.
Eitt minsta krav til fyriskipararnar er, at tey kunna áskoðararnar um, at talan er um eina upptøkukonsert, umframt at vísa á um eitt alternativ er. Tað er rættiliga ivasamt hvussu nógv kringvarpið betalir fyri at gera hesar upptøkur, og um talan er um vælvild, so kundi ein loysn verið at tey sluppu at taka upp t.d. fyrsta korterið av konsertini. Skal øll konsertin takast upp, so eru áskoðararnir jú eitt slag av statistum, og tað átti at sæst aftur í atgongumerkjaprísinum – ella rættari, vit áttu at fingið samsýning fyri at sitið har.

Ungur jazzfestivalur og sjómeti
Omaná Bubba eydnaðist at fáa ein part av jazzfestivalinum við eisini. Og fyri at tað ikki skuldi vera lygn, so bar til at fáa sjómeti eisini. Eg má so siga, øður, krabbar, havtaskulivur, sjósíl, rogn og heimabakaður drýlur, hvat kann vera betri! Feðgarnir Hávarður og Birgir Enni eru fantastiskir. Og afturvið klassiskur jazzur.
Áhugavert er, at nógvir av tónleikarunum eru heilt ungir, og sera dugnaligir. Sambært Kristiani Blak eru tað eitt sjáldsamt fyribrigdi at hava so nógvar ungar jazztónleikarar, tí aðrastaðni eru teir allir yvir 50 ár. Hinvegin so skal sigast, at nógvir av áhoyrarunum mundu liggja um tey hálvthundrað, nógv kend andlit frá Perlutíðini, men har vóru so eisini nøkur ung fólk.
Fyri leikfólk sum meg er ilt at meta um avrikini hjá einstøku tónleikarunum í einum bólki, men heildarmyndin var góð hjá øllum orkestrunum ið mær eydnaðist at hoyra. Lættari er at meta um avrikið hjá solistum, og her má sigast at 17 ára gamla Konni Kass er framúr góð, bæði sum jazzsangari og sum saxofonspælari. Hon sang við eini djúpt og klangi sum eg ikki hevði trúð møguligt hjá einum so ungum persóni (konni-kass), og saxofonspælið var leikandi lætt, og tað sum mær dámdi væl eisini var saxofonljóðið var væl samansjóðað við restina av orkestrinum, og ongantíð bleiv dominerandi.
Vónandi verður hetta eitt fast tiltak, og vónandi fer aftur at verða møguligt at hoyra jazz í Havn regluliga. Latum okkum gomlu Perlutrøll endurreisast sum Reinsarílikkur.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.