Hoydalar granskingardepil við Fróðskaparsetri og vísindaligum søvnum
Studentaskúlanæmingar gingu kravgongu at fáa nýggjan skúla. Hetta var 20. november 2007.
Eg hevði ein annan blogg, sum eg nú flyti yvir á wordpress, tí Google ikki finnur bloggsíðurnar hjá Apple. Hann er upprunaliga skrivaður 9. januar 2008. Nú Tjóðsavn Føroya er komið á borðið haldi eg, at hesin bloggur er ikki sørt aktuellur enn.
Næmingarnir í Hoydølum tykjast halda at studentaskúlin í Suðurstreymoy skal liggja saman við hinum miðnámsútbúgvingunum, t.v.s. í Marknagili. Hetta er í samsvari við tær ætlanir sum arbeiðsbólkur hevur lagt fram, men sum nakrir fáir lærarar hava verið ímóti.
Eftir at hava verið niðurpíndur í nógv, nógv ár, við ongum viðlíkahaldi, er bygningurin nú so forfallin, at torført verður at gera nakað munagott so leingi sum næmingarnir framvegis eru har, einans lappaloysnir kunnu fremjast í verandi støðu. Eisini hetta talar fyri at bygt verður í Marknagili sum skjótast, og næmingarnir fluttir. Hetta fer so eisini at loysa trupulleikarnar sum alt økið kring skúlan í Hoydølum hevur fingið við óskipaðari parkering, tí ikki er ráðiligt at næmingarnir parkera á skúlans øki.
Fari at loyva mær at koma við einum uppskoti til hvat økið skal brúkast til, ein loysn sum eisini kann loysa trupulleikar aðrastaðni í býnum, m.a. niðri á Reyni.
Sum er húsast Fornminnissavnið niðri í Gomlu Hoyvíkini, fyribils, um væntandi brátt fyrrverandi løgmaðurin Jóannes Eidesgaard fær sín vilja, tí hansara ætlan er at Gamla Hoyvíkin skal vera løgmanssæti. Hetta lýsir so sera væl hugburðin til vísindaligt arbeiði: tað hevur einki at siga, tit flyta bara, tí tað sigur politiski viljin, og tykkara arbeiði hevur onki uppá seg.
Sjálvandi skal Fornminnissavnið halda fram í Gomlu Hoyvíkini og útbyggjast saman við hinum vísindaligu søvnunum (Náttúrugripasavnið, Skjalasavnið, Landsbókasavnið) á økinum har Studentaskúlin nú stendur. Harumframt skal hetta økið hýsa Fróðskaparsetrinum (Føroyamálsdeild, Søgu- og samfelagsdeild, Náttúruvísindadeild, Sjúkrasystraskúla og Læraraskúla).
Og kæru politikarar, her verður ikki hugsað um samanlegging, men um samstarv, har hvør stovnur framvegis hevur ábyrgd av sínum øki, men har tey fáa nógv betur gagn av hvørjum øðrum tí øll eru so nær, og hava fleiri felagsøki. Men sjálvandi skal Landsbókasavnið taka sær av øllum teimum vísindaligu bókasøvnunum, og Skjalasavnið av øllum varðveitingarverdum skjølum. Fyrimunur er helst eisini at hesir stovnar hava felags fyrisiting og møguliga telefonmóttøku.
Ein tílík loysn hevði givið tøkt pláss úti á Debesartrøð, umframt at læraraskúlin hevði givið meira pláss til venjingarskúlan, og nøkur leigað høli gjørdust tøk í Jónas Broncksgøtu. Hesi tøku høli høvdu givið møguleikar at flutt stóran part av fyrisitingini úti í Tinganesi. Møguliga dámar fólki at arbeiða har úti, men øll hesi fólk gera eitt óneyðugt slit á økið við at kroysta bilar allastaðni, umframt at økið gerst trølsligt tí at ongin býr har. Allir skrivstovubygningar frá og við Portugálinum og niðaneftir skulu latast aftur til íbúðir, við bústaðarskyldu!
Um brúk er fyri løgmanssæti kundi tað verið antin úti í Tinganesi saman við løgmansfyrisitingini, ella úti í Grótbygninginum, um tað er so avgerandi at tað skal liggja í Suðurstreymoy – haldi tó at tað við fyrimuni kundi ligið á einum meira fjarskotnum plássi.