Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Mynd tikin á Vísindavøku 2014 í Inova.

Fyrilestur hildin á vísindavøku 26. september 2014

Góðan dagin – Eg eiti Erla Olsen, eri lívfrøðingur og eg arbeiði á Námsvísindadeildini.

Eg fari nú tað komandi korterið at siga eitt sindur um soppar. Vanliga, tá eg fari í holt við hetta evnið, so plagi eg at spyrja, hvat áhoyrararnir hugsa tá teir hoyra orðið soppur. Tað hava vit ikki stundir til nú, so ístaðin fari eg at nevna tað sum tey plaga at siga.

Fyrst av øllum plaga tey at siga blámusoppur, og tað er við einum sindri av óunna at hetta verður sagt. Ofta nevna tey soppafongdar skúlar eisini.

Síðan plaga fólk at hugsa um hundalond – ikki so nógv tey sum kunnu etast, men meira tey sløgini sum rúsevni kunnu vindast burtur úr, ella slíkir sum eru eitrandi.

Sum heild kann sigast, at fólk tykjast halda at soppar eru vandamiklir – ikki bara at eta, men eisini at nerta við.

Men hvat er ein soppur? – Ein soppur er ein smávera sum er bygd upp av elaklønum træðrum. – Myndin tit síggja her er av einum trænælingi sum veksur millum tvær glasplátur, og tað sum sæst á myndini er trænælingurin oman jarðar, og so ein lítil rót – men meginparturin er soppur. Hesir soppar eru fortreytin hjá hesum trænælingi at klára seg – teir liva saman í eini gagnligari symbiosu, ella samværi, har træið hevur fotosyntesu sum soppurin fær sukurevni frá, meðan soppurin tekur upp føðsluevni, t.d. nitrogen og fosfor) úr moldini, sum træið fær part av. – Tá so soppurin – og træið – eru vorðin størri, so fær hann ofta orku til at gera hundalond, sum spríkja upp úr moldini.

Hesi hundalond eru at meta við súreplini á einum træi – tann stóri soppabulurin, ella soppmóðurn, er niðanjarðar, og hundalondini eru vanliga tekin um, at tveir soppar hava hitst undir moldum, og eru farnir undir kynjaða nøring. Burturúr spyrjast sporar, sum verða gjørdir á flíggjunum, og endamálið við soppinum er at vaksa upp úr moldini, lata vindin sleppa undir hattin og flyta sporarnar burtur í allar ættir, har nýggjar soppmøður kunnu taka seg upp.

Fyri at síggja hvussu vorðnir sporarnir eru, ber til at bróta hattin av legginum og leggja hattin niður á eitt pappír í nakrar tímar – so dryssa sporarnir niður úr flíggjunum niður á pappírið í eitt eyðkent mynstur. Fyri at síggja sjálvar sporarnar krevst mikroskop.

Tað eru tó ikki allir sporar sum koma frá hundalondum, og ikki allir soppar sum liva saman við øðrum livandi verum ið eru til gagns fyri býggjum evnum sum teir kunnu eta – ein við øðrum livandi verum til gagns fyri basoppar hava hitst undir moldum, og eru farnir undáðar partar. Frá hesi hýggjuskotnu appilsinini koma hópin av sporum – allir leita eftir nýggjum evnum sum teir kunnu eta – og hesir brúka eina nógv einfaldari ókynjaða nøring.

Teir snøra heilt einfalt av smáar kúlur úti á endanum á einum tráðenda – ella hyfu-oddi – akkurát sum um vit høvdu eitt rull av modellérvoksi og snørdu smáar kúlur av.

Tá so hesir sporarnir – sum eru ætlaðir at flúgva avstað í luftini og finna okkurt nýtt at eta – eina ferð lenda, so veksur út ein hyfa – ella tráður – sum greinar seg í allar ættir og leitar eftir føði, so hann kann vaksa seg stóran.

Ein vera sum er long og kløn hevur eina nógv størri yvirflatu enn ein vera, sum er rund, og hetta er ein stórur fyrimunur tá ið veran súgur føðina inn ígjøgnum kyknuveggin. – Tað sum sopparnir gera er at teir lata út úr sær eina rúgvu av kemiskum evnum, har ímillum kveikjar, og summi hesi evni loysa upp tað føði sum soppurin “ætlar” sær at eta.

Soppar liva av at bróta niður lívrunnin evni, tað verið seg í moldini, niðurdottin frukt, deyð dýr, ella sum her niðurdotnir viðarbular. Burturúr hesum fær soppurin bæði orku og føðsluevni. Træ er eitt evni sum er sera torført at bróta niður, men summir soppar megna at bróta niður cellulosu, hemicellulosu, og fyri ikki um at tala, so megna nakrir heilt fáir soppar eisini at bróta niður lignin, sum er eitt evni sum haldgóð trø hava nógv av. Endamálið við lignini er sjálvandi at verja tað livandi træið, soleiðis at tað ikki verður etið. – Nøgdin av lignini er ofta avgerandi fyri hvussu mótstøðuført timbur er fyri soppi – meira lignin, betur mótstøðuføri.

Men tað eru ikki allir soppar sum kunnu bróta niður tey ymisku tingini. At bróta niður eitthvørt til fulnar krevst nógv ymisk sløg av soppum, sum hvør hevur sína sergrein og sínar serligu kveikar. – Og til eru eitt ótal av sløgum. Vit hava eyðmerkt og sett navn á ein lítlan brotpart av teimum soppum, sum eru til – alt eftir hvør meting verður brúkt til tað samlaða talið av soppasløgum, so kenna vit millum 1 og 10% av øllum sløgum, so tað er als eingin stórtíðindi um ein nýggjur soppur verður funnin.

So tilsamans eta soppar ALT! – so leingi sum oksygen og vatn eru tøk. Í tí reyðu rammuni havi eg sett tey ting sum vit menniskju ikki eru glað fyri at sopparnir eta, t.d. byggitilfar, avgrøði, tá okkara klæðir gerast hýggjuskotin tí vit hava gloymt tey í vaskimaskinuni, kameralinsur kunnu teir eisini fara eftir – tó serliga líminum, fotomyndir, bøkur og soppar kunnu eisini seta sítt merki á grót . Her er talan um skónir.

Hinvegin – grøni kassin -, so fegnast vit um eginleikarnar hjá soppunum at bróta niður, tá teir bróta niður t.d. plantueitur, olju eftir eina oljudálking, tungmetall úr einum dálkaðum lendi, plast sum liggur í náttúruni, deyð trøð, plantur og dýr, og at sopparnir liva í gagnligum samværi við plantur, so plantuavgrøðin gerst størri og betri.

So eru tað eisini nakrir soppar sum eru sjúkuelvandi, her skal tó sigast, at vit menniskju eru rættiliga væl vard, men soppar leggjast ofta á plantur. Okkurt slag er tó ikki óvanligt hjá okkum, t.d. ringormur og fótsvampur.

Nú vóru vit inni á at sporar vóru í luftini, men soppar lata eisini úr sær onnur loftevni – kemiskar bindingar av øllum møguligum sløgum, sum eru so løtt at tey eru loftborin. Tey fyrstu vit hava varnast eru sjálvandi tey sum vit kunnu lukta – tað luktar av soppi, ella tað luktar av fukt.

 Tað er staðfest, at soppar kunnu elva til ampar hjá fólki við astma og hjá fólki við ovurviðkvæmi sum rakar lungnavevnaðin, men tað eru helst aðrir ampar eisini – fólk gremja seg um bæði høvd, eygu, møði v.m. Trupulleikin hjá okkum er ofta at staðfesta hvat tað er fyri evni sum ávirkar, tí vit kenna ov lítið til øll tey evni sum soppar gera. Tað er sera torført at finna tað sum tú ikki veitst er har.

Spurningurin er, hví soppar gera hesi evni. Onkur eru helst tilvildarligir úrdráttir úr onkrari kemiskari tilgongd í sodningarleiðini hjá soppinum, meðan onnur eru t.d. verja móti øðrum soppum ella bakterium. Eisini ber til hjá soppinum at stýra vøkstrinum á plantum, men eisini at verja plantur sum sopparnir liva av – í gagnligum samværi – ofta móti øðrum sjúkuelvandi soppum og bakterium.

Stórt potentiali er í hesum evnum – vit kenna sera fá av teimum, og roknað verður við at serliga nógv er at finna av nýggjum tilfari við at kanna ókendar soppar í moldini. Nýggjur heilivágur er eitt øki, men har eru óivað ótroyttir møguleikar sum vit ikki eru komin í tankar um enn – tað verður helst tykkara ættarlið sum fer at troyta nýggjar leiðir.

Sum er brúka vit nógv soppar, til dømis til at gera blámuost, men tað eru nógvir aðrir gerandisúrdráttir, sum vit kunnu takka soppunum fyri. Uttan soppar høvdu vit einans etið knekkbreyð, vit høvdu ikki havt soya, edik, øl ella vín, og uttan sopparnar høvdu vit heldur ikki havt penicillin.

Meginparturin av tí sum eg havi sagt her hevur snúð seg um at sopparnir “eta”, og at fyri at gera tað so bróta teir niður livrunnið tilfar. Á tann hátt verða tey evni, sum vóru bundin í organiskum tilfari, – plantu- og djóratilfari – tøk aftur at fara í ringrás til nýggja nýtslu hjá nýggjum livandi verum.

Vit kunnu helst ímynda okkum hvat hevði hent um vit heima við hús ikki sluppu av við ruskið – tað hevði hópað seg upp, og vit høvdu fingið trupulleikar av bæði rottu og fugli – og helt tað fram hevði tað komið hartil at tað gjørdist óliviligt (uttan so at vit fóru undir at kompostera sjálvi). Ein heimur uttan soppar hevði eisini veri óliviligur, tí at allar ringrásir høvdu um ikki heilt steðgað, so verið so mikið seinar, at heimurin ikki bar tað lív sum hann ger í dag.

Tí er mín hugsan um soppar at teir eru spennandi, framtíðarrættaðar kemiskar verksmiðjur, at teir eru ein partur av okkum og okkara húsarhaldi, at teir eru gagnligir, at vit skulu læra okkum at virða teir og liva við teimum, og gera okkara bygningar út frá tí, og tildømis halda við líka okkara skúlar.

Soppar eru eitt tilfeingi, og teir eru alneyðugir, bæði fyri okkum sum einstaklingar, og fyri heimin sum heild.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)