Biophilia kapping! – Gerið tvørfakliga og kreativa framførslu!

Tónleikur, upphav, kyknur, kyknubýti, mannakroppur, virus, koppseting, Nólsoyar Páll, sigling, stjørnur og mánar – hetta kann alt setast saman í eina heild, sum bæði er spennandi, lærandi og skapandi og sum fevnir um fleiri fakøki.

Allir skúlaflokkar í miðdeild – luttakið í Biophilia-kapping um vinningar fyri 100.000 krónur

Gerið ta bestu tvørfakligu undirvísingargongdina og vísið hana í verki!

Lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina.

  1. virðisløn er 50.000 kr.
  2. virðisløn er 30.000 kr.
  3. virðisløn er 20.000 kr.

Allir 4., 5., og 6. flokkar og lærarar teirra í fólkaskúlanum kunnu taka lut í kappingini.

Endamálið við kappingini er at eggja til tvørfakligt samstarv, sum skal menna fakligu og skapandi evnini og førleikarnar hjá næmingunum í fólkaskúlanum.

Hvussu kunnu eitt nú føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni og listalærugreinar í felag stuðla og vera fremjandi fyri læringina í fólkaskúlanum?

  • Ber til at menna skapandi og fakligu evnini hjá næmingunum í øllum lærugreinum?
  • Er støddfrøði annað enn turr tøl og frymlar?
  • Er føroyskt bara “grót-føroyskt”?
  • Er handaverk og list annað enn….?

Lærarar og næmingar fáa nú høvi nú at royna seg í at gera og miðla ta bestu undirvísingar­gongdina í einum sjálvvaldum evni, har fleiri lærugreinar skulu samstarva um at menna fakligu og skapandi førleikarnar hjá næmingunum.

 

Uppgávan hjá lærarunum er at gera eina undirvísingargongd fyri flokkin, sum tekur atlit til í minsta lagi tær fimm lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni, myndlist og tónleik.

Undirvísingargongdin tekur atlit til bæði støðisførleikar og fakligar førleikar, sum eru nevndir í námsætlanunum.

Undirvísingargongdin verður framd í tíðarskeiðinum 6. februar til 6. mars 2017. Nevndu lærugreinar hava uml. 18 tímar um vikuna, ið svarar til umleið 64 pultstímar fyri tær fýra vikurnar.

Undirvísingargongdin skal vera grundarlag undir einari framførslu, sum næmingarnir skulu arbeiða fram ímóti og fyrireika seg til. Undirvísingargongdin skal vera kveikjandi, men skal ikki út í æsir lýsa, hvat næmingarnir skulu gera.

 

Uppgávan hjá næmingunum er at fyrireika og hava eina framførslu, sum fevnir um í minsta lagi tær fimm lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni, tónleik og myndlist.

Tað hevur týdning, at allir næmingar hava ein virknan leiklut.

Avbjóðingin er at finna eitt evni, sum riggar til framførslu, og sum onkursvegna inniheldur øll fakini, og sum vísir, at næmingarnir hava verið ígjøgnum alt tað, sum undirvísingargongdin ásetti.

Tilgongdin fram til framførsluna skal skjalfestast, eitt nú við myndatøkum, skrivligum avrikum, videoupptøkum o.tíl.

  • Slag av framførslu er frítt val. Tað kann vera:
    • tónleikaframførsla, við t.d. sangi um valda evnið og møguliga við nøkrum málaðum myndum, at lýsa evni betur
    • sjónleikaframførsla
    • myndaframførsla
  • Tónleikur er ein fyrimunur at hava við til allar framførslur
  • Framførslan skal vara í mesta lagi hálvan tíma
  • Innsenda tilfarið skal vera ein videoupptøka. Snildfon ella teldil eru nøktandi útgerð til hetta.

Tá læraratoymini og teirra næmingar senda síni íkast til kappingina inn (í seinasta lagi 6. mars 2017), skulu tey eisini boða frá, hvat tey ætla at brúka vinningin til, tí ætlanin er, at vinningurin fer til okkurt mennandi tiltak hjá flokkinum.

Dagar at minnast:

Mánadagin 30. januar 2017 er seinasta freist at boða frá luttøku. Send teldupost til erlao@setur.fo við fráboðan um, at tit vilja vera við.

Mánadagin 6. februar til fríggjadagin 3. mars 2017 er tíðarskeiðið, har arbeitt verður við verkætlanini.

Mánadagin 6. mars 2017 skulu allir luttakarar hava sent síni íkast til kappingina inn. Luttakararnir fáa neyvari kunning um, hvussu hetta skal gerast, tá tey hava meldað til. Tað, sum skal sendast inn er: (1) undirvísingargongd, (2) skjalfesting av tilgongdini fram til næmingaframførsluna, (3) upptøka av næmingaframførslu, (4) hvat luttakararnir ætla at brúka vinningin til.

Biophiliadagur í Norðurlandahúsinum. Hetta er tiltak, har vinnandi framførslurnar verða vístar fram, umframt onnur tiltøk. Endaligur dagurin er ikki ásettur enn, m.a. tí tað veldst um, hvussu góð undirtøkan verður.

 

Treytin fyri at luttaka er, at bæði lærarar og næmingar senda inn ávikavist undirvísingar­gongd og frágreiðing við skjalfesting av tilgongdini, umframt upptøku av næminga­framførslu.

Í dómsmetingini verða undirvísingargongdir, frágreiðingar av tilgongdini og framførslur mettar, saman við ætlanum um, hvussu flokkurin ætlar at brúka vinningin.

Tey, sum ynskja at luttaka, verða biðin um at boða frá hjá Erlu Olsen, teldupostur erlao@setur.fo innan 30. januar 2017. Luttakararnir fáa tá neyvari boð um, hvussu undirvísingargongdir og frágreiðingar skulu orðast.

Dómsnevnd verður sett, við umboðum fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetur Føroya, Norðurlandahúsið, Nám, Mentamálaráðið og Biophilia. Tá vinnararnir eru funnir, verður tiltak í Norðurlandahúsinum, har vinnandi framførslurnar verða sýndar.

 

Partur av Biophiliaverkætlanini

Seinastu árini hava Føroyar verið við í norðurlendsku skúlaverkætlanini Biophilia. Hetta er verkætlan, sum snýr seg um at nýta kreativar arbeiðshættir til at undirvísa í náttúruvísindum og øðrum fakum. Í Føroyum hava bæði læraralesandi og lærarar verið á skeiði, og royndir hava verið gjørdar í nøkrum skúlum í Føroyum.

Nú verkætlanin endar, fáa allir 4., 5. og 6. flokkar í Føroyum høvi at royna seg og koma við uppskoti um, hvussu virkin, skapandi og tvørfaklig undirvísingin kann vera, har børnini samstundis læra tað, tey skulu sambært námsætlanum og undirvísingargongdum, OG har tey eisini nýta síni kreativu evni at miðla tað, tey hava lært.

Fyriskipararnir meta, at hetta ber væl til, hóast tímatalvan ikki altíð leggur upp til tvørfakligt samstarv. Tað krevur tó, at lærarar samstarva, soleiðis at teir vita, hvat hendir í tímunum hjá hvør øðrum.

Tey, sum vilja lesa meira um Biophilia skúlaverkætanina, kunnu vitja heimasíðuna http://biophiliaeducational.org. Heimasíðan er á flestu norðurlendsku málunum, men ikki á føroyskum. Ein undirvísingarvegleiðing er tó á føroyskum. Hon er at finna á Biophilia-heimasíðuni, og kann eisini heintast her: http://cdn.lms.fo/media/8459/biophilia_faroe.pdf.

Kunning um Biophilia í Føroyum liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum: http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/biophilia-kreativitetur-sum-laeringarambod/

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)