Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

 

Orsøkin til at vit ikki eta kamel er ti tað stendur i Bibliuni at vit ikki skulu. T.v.s. júst sama søgan sum hvi muslimar ikki eta svin.

Orsøkin til at vit ikki eta kamel er tí tað stendur í Bíbliuni at vit ikki skulu. T.v.s. júst sama søgan sum hví muslimar ikki eta svín.

Tjóðveldi(sflokkurin) varð 60 ár fyrr í ár, og ætlaðu at halda dagin. Tey lýstu tó ikki nóg væl við tiltakinum, og tí meldaðu ov fá til. Avgjørt varð at halda dagin seinni í heyst.
Nú fer so at líða, og hóast baldrutan túr í dýrdarveðri, so situr flokkurin enn í stjórn. Men neyðugt hevur verið at svølgt nógvum kamelum, sum danir taka til.
Kundi ikki bara mær at fara at leita upp á nótini hvørt kamelkjøt er etandi, og tað sigst smakka væl, nakað sum neyt. Tað verður selt í Onglandi, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki eisini at flutt tað til Føroyar.
Spurningurin er so, hvørt limirnir í Tjóðveldisflokkinum ikki saman við okkara kæru landsstýris- og tingfólkum skulu fáa handan kamelin niðurum á 60 ára veitsluni komandi. 

Matarskrá:
Forrættur: Offurlamb
Høvuðsrættur: Flamberaður kamelur
Omaná: Krokodilla

Um vit ikki fáa bilbukt við einum heilum kameli, so kanska javnaðarflokkurin kann hjálpa til við hesi matarskrá:
Forrættur: Kamel(ón)
Høvuðsrættur: Kamelsteik
Omaná: Ka(ra)mel(l)ur

Bíblian: kamelurin, haran og svínið eru órein!

Triðja Mósebók, kap. 11:

  1. HARRIN talaði við Móses og Áron og segði við teir:
  2. “Talið við Ísraelsmenn og sigið: “Hesi eru dýrini, ið tit kunnu eta av øllum fýrføttum dýrum á jørðini:
  3. Øll dýr, ið hava kleyvar, klovnar heilt niðan, og sum jótra, tey kunnu tit eta.
  4. Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið hava kleyvar: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; – hann skal vera tykkum óreinur;
  5. fjallagrevlingin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur;
  6. haruna, tí víst jótrar hon, men hon hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein;
  7. svínið, tí víst hevur tað kleyvar, og teir klovnar heilt niðan, men tað jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint.
  8. Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey; tey skulu vera tykkum órein.

Vit hava ongar trupulleikar at eta haru og svín, so hví ikki kamel?

One Response to Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.