Kundin hevur altíð rætt – ella eru føroysk undantøk?

Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu verður m.a. sagt: “25. juli 2008.Eisini senda vit skriv til russisku myndugleikarnar umvegis donsku amabssaduna í Moskva, tann 25. juli 2008, har vit greiða teimum frá hvat ið vit hava gjørt síðani vit móttóku russisku frágreiðingina, og eisini verður lagt upp til, at fáa viðgjørt viðurskifti, sum ikki eru heilt í samsvar við føroyska lóggávu, m.a. russiska kravið um, at laksavirkini skulu hava sína egnu kanningarstovu.

Tað tykist sum um grundarlagið undir samráðingunum skal vera føroysk lóggáva! Vónandi seta føroyingar nøkur krøv til innfluttar matvørur sum tryggja at vit ikki verða sjúk av vøruni, men føroysk lóggáva er ikki galdandi í Russlandi, eins og russisk lóggáva heldur ikki er galdandi í Føroyum.

Í mínum heimi er spurningurin sera einfaldur: Um russar vilja keypa føroyska matvøru, so má hon lúka tær treytir sum verða settar í Russlandi.

Tey krøv sum eg havi hoyrt nevnd eru ikki serliga órímilig:

  • Framleiðsluhøli skulu ikki vera gjørd av lívrunnum tilfari. Talan er um vátrúm, so tað er skjótt at soppur og annað gott fær fótafesti í træ og annað lívrunnið tilfar.
  • Ruskgoymslur skulu vera 50 m burtur frá virkinum, og innistikaðar. Ljóðar eisini skilagott, tí talan er vælsaktans um slógv og annað sum liggur og rotar.
  • Virkini skulu hava egna kanningarstovu. Nú veit eg ikki hvussu krevjandi analysur skulu kunna gerast á kanningarstovuni, men ein einføld kanningarstova hevur ikki nógv uppá seg og hon tryggjar, at kanningar verða gjørdar oftari enn um sýni skulu sendast á onkra sentrala kanningarstovu.

Hví føroyingar eru so trekur at ganga undir hesar treytir skilji eg ikki. Hví skulu vit altíð hava undantøk? Tað er alt ov nógv av hesum “Denne lov gælder ikke for Færøerne”.

Er talan hinvegin er um innflutnings-forðandi tiltøk er sjálvandi støðan eitt sindur øðrvísi, men ikki so øgiliga nógv. Tað eru vit sum vilja sleppa at selja, og eftir øllum at døma nýtist russum ikki at keypa frá okkum.

Eg havi ikki fingið nakra ábending um at krøvini til føroysk virkir eru øðrvísi enn krøv til russisk virkir, tað hevði verið áhugavert at fingið meira at vita um tað.

 

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)